Skerdir skurar sigraðu

Við tríggju monnum í trimum fjórðingum av dystinum vóru fortreytirnar hjá GÍ alt annað enn góðar, men teir høvdu tó gott tak á, og í evstu løtu fingu teir eisini lønina

Fótbóltur

Tað er einki at siga til, um vágamenn vóru vónbrotnir eftir dystin móti GÍ sunnudagin. Í mun til seinnu árini í bestu deildini, so eru vónirnar hjá FS nakað væl hægri settar undan inniverandi kappingarári, og eftir tap fyri HB í fyrsta dystinum, var tað tí av stórum týdningi, at okkurt munagott fekst burturúr hesaferð.

Skerdir gestir
Talan var sjálvandi um truplan dyst, tí GÍ er um nakað liðið í føroyskum fótbólti seinastu tíggju árini ella so, men vágamenn kunnu bara staðfesta, at teir høvdu allar møguleikar sunnudagin.
Longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð Áslakur R. Petersen nevnliga rikin av vølli, eftir at dómarin metti hann hava gjørt seg inn á Silva. Hetta hendi annars í frísparksstøðu til GÍ, og tað var einki at siga til, um gøtumenn ilskaðust inn á dómin. Súni Olsen hevði nevnliga skotið, tá dómarin bríkslaði fyri brotinum hjá Áslaki, og tó at bólturin helt beina leið yvir í handara málhorn, so var einki at gera. Frísparkið skuldi takast umaftur.
Og tað varð tað so eisini. Súni skeyt einaferð afturat, og bólturin varð sendur nett sama stað. Yvir um múrin og yvir í handara málhorn, og um nakað so longur upp í tríkantin hesaferð.
Eitt framúr dømi um framúr góða sparkiteknikkin hjá gøtumanninum, men tá hann løtu seinni fekk nýggjan møguleika, bar einki til. Í tvídysti í brotsteiginum hevði Vladimir Osipovs hildið dekan ov fast í Krzystof Popczynski, og so slapp Súni at royna seg úr ellivu metrum. Hann sendi flatt og uttarliga til høgru, men Jákup Joensen í vágamálinum hevði tó sæð rætt, og so varð tann royndin av ongum.
Hóast yvirtalið, so megnaðu teir á heimaliðnum sjáldan at seta seg veruliga á dystin fyri steðgin. Teir høvdu bóltin nógv, men tað knípti við at skapa nakrar veruliga málmøguleikar burturúr, og ístaðin vóru tað heldur gestirnir, sum vóru teir vandamiklaru. Ikki minst ta´Kryzystof í fleiri førum megnaði at binda alla vágaverjuna, fyri síðani at fáa viðleikarar við, tá hesir høvdu flutt seg niðan, men mál komu tó eingi. Ikki fyrr enn í seinasta minuttinum undan steðginum, og tá var heimaliðið, sum skoraði. Hornaspark varð sent innfyri, og har var tað lítli Silva, sum var hægstur, og kundi stýra bóltinum inn í tóma málið, meðan pólverski málverjin var farin dekan ov skeivt út eftir bóltinum.

Í evstu løtu
Sum skilst, so var talan ikki um tað stóra poleraða fótbóltsspælið eftir steðgin. Við tíggju monnum løgdu gøtuemnn áherslu á verjupartin, fyri síðani at nýta Krzystof sum kontrastøð, og um ikki annað, so tarnaði hetta heimaliðnum. Vágamenn megnaðu nevnliga als ikki at seta seg ígjøgnum, og alt bendi tí á eitt gerabýti, har liðini skuldu hava eitt stig í part.
Men Bartal Elianse vildi tað øðrvísi. Málsókni verjuspælarin hevði í 92. minutti sníkt seg framvið í eini deyðbóltsstøðu. Í fyrstu atløgu spurdist einki burturúr, men tá bólturin so varð sendur innaftur, hevði eingin vágamaður givið sær far um Bartal. Púra leysur kundi hann fyrst temja, áðrenn bólturin varð hólvaður inn í meskarnar, og vóru stigini vís. Tíðin var alt ov lítil, til at vágamenn kundu gera eitt seinasta sprell, og við sigrinum kundu gøtumenn fyri fyrst leggja seg einsamallar á oddasessin í deildini, har teir tó hava leikt ein dyst fleiri enn hini liðini.
Vágamenn hinvegin eru enn stigaleysir. Tað í sjálvum sær er eingin vanlukka, tá mótstøðuliðini higartil hava verið HB og GÍ, men tað skerst ikki burtur, at tað kann vera tungt at lyfta seg sálarliga. Fleiri tekin um frustratiónir vóru longu at síggja sunnudagin, og fyrsta fortreytin til betra úrslit er helst, at hesar fyrst og fremst verða umsettar til øði við bóltinum, heldur enn uttan.

Dysturin í tølum
FS Vágar-GÍ 1-2 (1-1)
0-1: Súni Olsen (br.)
1-1: Silva
1-2: Bartal EliasenDómari: Dagfinn Olsen

FSV: Jákup Joensen ? Sjúrður Ellefsen, Jóhannis Joensen, Vladimir Osipovs, Albert Ari Thomassen ? Bjarni Prior, Jens Erik Rasmussen, Rói Árting, Silva ? Kim Poulsen, Clayton Soares
GÍ: Jacek Przybylski? Bartal Eliasen, Leivur Hansen, Anton Skoradal ? Hans Pauli Petersen, Símun Luis Jacobsen, Súni Olsen, Aslakur R. Petersen , Bárður á Lakjuni ? Símun Samuelsen, Krzystof Popczynski