Skerpandi umstøður tá fakfelag traðkar á starvsfólk

Tað er fallið samskiparanum hjá Samtaki, Sonju Jógv­ans­dótt­ir, fyri bróst­ið, at vit á hes­um stað fríggja­dag­in skriv­aðu greinina »Tá fak­fel­agið verður størsti fíggindin hjá starvs­fólki«.

Í greinastubbanum undr­að­ust vit á, at Sam­tak stuðl­ar slík­um fa­k­fel­ags­skað­i­lig­um virk­semi, sum tað er at burt­ur­vísa eitt starvs­fólk uttan grund.

Sonja Jógvansdóttir sigur, at Sam­tak einki hevur við mál­ið at gera, og at tað tí er skeivt av okkum at leggja Sam­tak und­ir at stuðla slík­um virks­emi, og hon heldur, at ein um­bering frá okkum er hósk­andi.

Tá vit hefta Samtak upp í hetta málið, so er tað tí, at Før­oya Fiskimannafelag er part­ur av Samtaki saman við Før­oya Ar­beið­ar­a­fel­ag, Havn­ar Arbeiðsmannafelag, Klaks­vík­ar Ar­beiðs­manna­fel­ag og Klaks­vík­ar Ar­beiðs­kvinn­u­felag.

Tað var ikki rætt av okkum at siga, at Samtak beinleiðis stuðl­ar ella hevur stuðlað Før­oya Fisk­i­mannafelag, men tað sum vit hava saknað er, at fel­øg­ini hava tikið frástøðu frá fak­fel­ags­skað­iliga virk­sem­i­num hjá Føroya Fiski­manna­felag. Tað hava tey ikki gjørt!

Serliga skerpandi eru um­støð­ur­nar, tá fakfeløg traðka á mest grundleggjandi við­ur­skifti hjá starvsfólkum, tí er hetta málið serliga á­hug­a­vert. Hevði tað verið eitt hvørt van­­ligt ar­beiðs­pláss, sum so­­l­­­eiðis burt­ur­vísti fólki utt­an grund, so skuldi fak­­fel­øg­ini nokk gjørt vart við seg. Vit eiga eisini at minn­ast til, at starvsfólkið hjá Fisk­i­mann­a­fel­ag­num ikki ein gong hev­ur eitt fakfelag at fara til, tí tað er fakfelagið sum er fíggindin. Hvussu kann eitt starvsfólk koma verri fyri?

Vit spurdu Sonju Jógv­ans­dótt­ir í morg­un, um Samtak nú hev­ur eina viðmerking, ella um hon heldur tað vera í lagi, sum Fisk­i­mann­a­fel­ag­ið hev­ur gjørt.

- Ein burturvísing skal ikki ger­ast uttan grund, so hatta var skeivt og óumhugsað, sig­ur hon, men leggur dent á, at Sam­tak ikki er partur av mál­i­num.

Hon sigur, at hon hev­­ur fingið eina nøkt­andi frá­grei­ð­ing frá Fisk­i­mannafelagnum um mál­ið og hevur tikið hana til eft­ir­tekt­ar og hevur ann­ars onga meining um mál­ið. Hon heldur fast um, at tað var skeivt at Sosialinum at linka Sam­tak saman við hes­um máli.

Vit halda enn sum áður at tað er átaluvert, at eitt fak­fel­ag, sum er partur av Sam­taki, sleppur at traðka á grundleggjandi fak­felags­rætt­indi­ni uttan at verða á­tal­að av øðrum fakfeløgum – annars er legitimiteturin hjá fak­feløgunum í stórum vanda.