Skerpikjøtsmekka og Tjóðarbranding

Friðsæla, føroyskur dansur, grindardráp, homofobi, seyður, láturligt landslið eru orð í koma fram tá vit og onnur royna at lýsa Føroyar.

Bogi Eliasen, cand.scient.pol
[email protected]



Politikkur og ímynd
At heimurin er alheimsgjørdur merkir, at vit, um vit vilja tað ella ikki, eru ein samrunnin partur av heiminum. Lond kunnu so velja at fáa sum mest burturúr støðuni sum hon er, ella lata verða.
Annað enn marknaðir
Vanliga hugsa vit um tann vinnuliga partin av alheimsgerðini, so sum betri marknaðaratgongd og at okkara vinnulív er á altjóða støði. Tað er sjálvsagt umráðandi at hava marknaðaratgongd og at hava eitt vinnulív á altjóða støði. Men krøvini eru onnur eisini. M.a. at gera vart við at ein er til í heiminum.
Boðskap
Fyri at sleppa framat er neyðugt at hava ein boðskap, eina ímynd, okkurt sum fangar minnið hjá fólki, og at henda ímyndin eisini onkursvegna speglar føroyska veruleikan.
At marknaðarføra Føroyar sum skerpikjøtsmekka heimsins er neyvan nakað, sum gevur okkum tann stóra vinningin. Tað skal verða eggjandi at samstarva við Føroyar. ”
Vit skulu verða ”the edge”, “creme de la creme”

Um vit skulu marknaðaføra okkum sum tað besta, krevur tað eisini at vit arbeiða fram ímóti, at vit gerast tey bestu, tí at marknaðarføra uttan at veruleikagera málini, er ikki nóg mikið og í besta føri láturligt.
Góð við okkum
Tað krevur eina góða ímynd av bæði almennu Føroyum, vinnulívinum og Føroyum sum eind. Tað hava vit ikki. Tað krevur eisini at vit eru góð við okkum sjálvi, og trúgva uppá egnan mátt, tað gera vit heldur ikki.
Tørvur
Tjóðarbranding kann verða lívsneyðug og avgerðandi fyri at fáa íløgur til landið. T.d. hava almennu Føroyar oftani havt trupulleikar av, at ov fá vita at Føroyar eru til. Tað munnu eisini verða nógv atlas í heiminum har Føroyar ikki eru á.
Tørvurin á tjóðarbranding kemur tí at alheimsgerðin og harvið eisini ein heimur í frælsari kapping ger, at allur heimurin kappast hvør ímóti øðrum. Í hesi kapping er altavgerðandi at hava gott orð á sær, og serliga avgerðandi at hava gott orð á sær á teim vinnuøkjum landið livir av.
Munurin
Og júst har er avgerðandi munur og virkisbranding og tjóðarbranding. Tú kanst ikki bara keypa tær ein lýsingaherferð. Ella tað kanst tú, men tú fært neyvan nóg nógv fyri pengarnar.
Føroyar eru stemplaði sum fundamentalir homofobar í norðanlondum, ein falskur grindafilmur svimur á netinum, og vit eru umhvørvissvín sum ikki vilja seta í gildi Kyotosáttmálan. Well, okkurt er helst um tað halda í hvussu so er fleiri og vit hava einki at svara aftur við.
Felags virðir
Tjóðar-branding snýr seg í stóran mun um at finna felags virði í einum samfelag og so fáa alt samfelagið at samstarva um at fáa hesi virðir fram og miðvíst arbeiða við at uppbýggja eina positiva føroyska ímynd úti í heimi. Hetta skal bæði gagna okkara vinnulívi, men so sanniliga eisini okkara almennu- og politisku skipan, tá hon samráðst úti í heimi.

Tjóðarbranding snýr seg um langtíðarætlanir og miðvíst arbeiði við at finna og brúka føroysku virðini úteftir, men krevur eisini at allir samfelagspartar leggja orku í eitt slíkt samstarv.