Tað var ein av manningini á russiska kavbátinum ?Nerpa?, sum setti sløkkiútgerðina í gongd seinasta leygardag. Tað kostaði 20 mannalív Upprunaliga varð hildið, at tað var eitt tekniskt brek, sum gjørdi, at sløkkiútgerðin umborð á kavbátinum fór í gongd, men nú hevur ein av manningini viðgingið, at tað var hann, sum setti útgerðina í gongd, hóast talan hvørki var um eld ella spreinging.
Russiska tíðindastovan RIA-Novosti skrivar, at 20 fólk doyðu eftir at hava fingið freongass niður í seg.
Bara ein av teiomum, sum doyðu, sigldi við kavbátinum. Hini 19 vóru fólk frá skipasmiðjuni, sum hevur bygt kavbátin. 21 fólk fingu skaða.