Fyrsta umfarið í seinnu kappingarhálvu ella seinasta umfarið undan summarsteðginum var eyðkent av, at hvørki av teimum báðum fremstu megnaði at vinna stig. HB, sum var næstfremst, tapti hóskvøldið í Runavík, og EB/Streymur, ið mest sum alt kappingarárið hevur verið oddalið, snávaði í Gundadali ígjár.
Fyri fáum vikum síðani var EB/Streymur tíggju stig frammanfyri næstu kappingarneytarnar. EB/Streymur hevði ongantíð tapt, og tá ið oddaliðið hevði verið illa spert norðuri í Klaksvík og kortini megnað at venda hóttandi 2-1 tapi til 3-2 sigur, kendist tað sum um, at tað fór ikki at bera til at koppa toppliðnum, sum hevði vunnið tíggju ferðir og tvær ferðir hevði spælt javnt.
Eftir at nógv tos hevur verið um EB/Streym, er alt vent á høvdið. Manchester City lutakastið og tveir fyrrverandi superligu spælarar eru veruleiki, og samstundis er tað ein veruleiki, at EB/Streymur hevur tapt tríggjar landskappingardystir á rað.
Teir í Sundalagnum hava tapt í Gøtu og í Fuglafirði, og í gjár taptu teir í Gundadali ímóti B36.
Gongdin seinastu vikurnar ber við sær, at fjarstøðan frá oddaliðnum og aftur til meistararnar í NSÍ er tódnað til at vera fimm stig. Harvið er rættuligur spenningur um FM heitið.
Fimm stig er einki at tosa um, tá ið tólv umfør eru eftir av kappingini, og tað er møguleiki fyri, at munurin heilt skjótt kann gerast upp aftur minni enn so. Tað eru bara tríggjar vikur síðani, at tað í hesum teignum varð víst á, at møguleiki var fyri, at spenningurin kundi heilt fara úr kappingini, um EB/Streymur í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin fór at vinna á heimavølli.
Í tí uppgerðini verður mótstøðuliðið NSÍ! Men uttan mun til, hvussu tað fer at hilnast mikukvøldið 6. august, so hevur gongdin higartil í ár víst, at einki felag er so støðugt, at tað ikki gongur upp og niður.
Aldudalarnir
Nú er EB/Streymur í dalinum. Har hevur B36 verið síðstu vikurnar. B36 hevði undan sigrinum á oddaliðnum spælt fýra ferðir uttan at vinna. Og har hevur HB eisini verið, hóast tað hevur eydnast HB at skava nógv stig saman.
NSÍ var leingi ikki serliga sannførandi, men so glapp hjá meistarunum. Í næstsíðsta umfari kiksaði tað á heimavølli ímóti Víkingi, men annars hevur NSÍ fingið fulla úrtøku burtur úr fimm umførum á rað.
Hjá Víkingi var tað leingi upp og niður. Botnurin var tapið á Toftum, men síðani tá hevur Víkingur fylt í posan, og tað hevur ikki verið ímóti hvørjum sum helst: fyrst ímóti oddaliðnum EB/Streymi, so ímóti næstovasta NSÍ og nú vunnu gøtumenn og leirvíkingar á botnliðnum av Skála, sum teir ofta hava havt torført við at fáa bilbukt á.
ÍF spældi leingi væl, uttan at úrtøkan altíð var so stór. So taptu fuglfirðingar fleiri ferðir, men nú tykjast teir rættuliga at hava funnið stevið í avbjóðingum, sum teir neyvan hava roknað við at fingið fulla úrtøku burturúr. Í hvussu so er ikki teimum øllum. ÍF hevur nú verið partur av javnleiki í Gundadali ímóti B36, og síðani hava fuglfirðingar vunnið á HB, EB/Streymi og KÍ!
Sandoyingar eru eisini dømi um, at tað gongur upp og niður. Eftir úrslitaliga oyðimarkagongd glapp tað, og nú er B71 ikki longur aftast. Burtur úr trimum teimum seinastu avbjóðarunum hevur B71 vunnið níggju stig, og fyri teir er tað eyka kærkomið, at sigrarnir eru vunnir ímóti Skála, B68 og KÍ, sum saman við sandoyingum í løtuni eru bestu boðini upp á niðurflyting.
Støðan hjá klaksvíkingum er døpur, og gongdin hjá KÍ er undirstriking av, hvussu nógv tað hevur gingið upp og niður. Eftir tap í trimum teimum fyrstu umførunum, megnaði KÍ at spæla átta ferðir uttan at tapa. Nú hava klaksvíkingar tapt tríggjar av fýra ferðum.
Skála er niðast, men manningarliga tilgongdin og avrikið í Sarpugerði kundu bent á, at skálamenn ikki ætla at flyta niður uttan nakað sum helst.
Saman við klaksvíkingum kennast toftamenn at vera í djúpasta dalinum í løtuni. Mikukvøldið 6. august vitjar B68 í Klaksvík!
Alt bendir á, at tað eftir summarsteðgin verður heilt spennandi!