Skiftistíðin verður fýra ár

Danska stjórnin fer á komandi samráðingarfundi um ríkisrættarligu støðuna at halda fast um eina skiftistíð á fýra ár. Hetta gjørdi forsætisráðharrin greitt á fundi í gjár við serligu fólkatingsnevndina, ið fylgir samráðingunum

John Johannessen


Føroyingar skulu ikki vænta sær eina skiftistíð, ið verður longur enn fýra ár. Heldur ikki skulu vit vænta okkum at fáa størri rættindi í Danmark enn aðrir norðurlendingar, fara vit út út ríkisfelagsskapinum.

Hetta gjørdi danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, enn einaferð greitt, tá hann í gjár var á fundi við serligu fólkatingsnevndina, ið fylgir ríkisrættarligu samráðingunum millum Føroyar og Danmark.

Poul Nyrup Rasmussen segði, at eru føroyingar ikki til reiðar at taka undir við eini búskaparligari skiftistíð á fýra ár, eiga teir at gevast við at samráðast um fullveldi.

Eisini vísti forsætisráðharrin á, at tað er púra burturvið, tá løgmaður tosar um at útseta ígildiskomuna av einum nýggjum ríkisrættarligum sáttmála.


Endurtøka av tíðindafundinum

Annars var fundurin við Føroya nevndina mest ein víðkað endurtøka av tí, forsætisráðharrin segði á tíðindafundinum beint eftir samráðingarfundin 2. mei.

Forsætisráðharrin vísti nevndini á fýra punkt, sum torført verður hjá pørtunum at finna semju um. Hesi fýra punktini vóru skiftistíðin, sjálvur sáttmálaformurin, spurningurin á hvønn hátt danir skulu umsita mál fyri føroyingar, eftir teir eru farnir úr ríkisfelagsskapinum og at enda spurnigurin um sjálvan ríkisfelagsskapin.

Føroysku fólkatingsumboðini, Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard, vóru við sum eygleiðarar, tá danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, beint eftir døgurða í gjár fór á fund við 21 manna fólkatingsnevndina. Hetta var annar fundurin, serliga fólkatingsnevndin higartil hevur hildið.


Vald eftir spurnarorðaskiftið

Tað var eftir spurnarorðaskiftið á fólkatingi um ríkisrættarligu støðu Føroya, at tað varð samtykt at seta eina fólkatingsnevnd at fylgja samráðingunum. Nevndin skal vera eitt slag av ráðgeva hjá stjórnini bæði áðrenn og eftir samráðingarfundirnar við landsstýrið. Umframt hetta skal nevndin eisini syrgja fyri, at stjórnin ikki ger nakað undir samráðingunum, sum hon ikki hevur meiriluta fyri í Fólkatinginum.

Peter Duetoft úr Centrum-Demokratunum, sum er formaður í nevndini, heldur, at nevnin kann tryggja ein samráðingaranda, ið er betur enn tann, vit upplivdu undir fyrsta samráðingarfundinum 17.mars.

Teir 21 limirnir, ið manna nevndina eru: Jan Petersen frá Sosialdemokratunum, Pernille Blach Hansen frá Sosialdemokratunum, Dorte Bennedsen frá Sosialdemokratunum, Ole Løving Simonsen frá Sosialdemokratunum, Per Kaalund frá Sosialdemokratunum, Hans-Pavia Rosing, Jens Lunde frá Socialitisk Folkeparti, Aage Frandsen frá Socialistisk Folkeparti, Peter Duetoft frá Centrum-Demokratunum, Elisabeth Arnold frá Radikale Venstre, Jette Gottlieb frá Eindarlistanum, Anders Fogh Rasmussen frá Vinstra, Ulla Tønnes frá Vinstra, Christian Mejdahl frá Vinstra, Pia Larsen frá Vinstra, Bendt Bendtsen frá Koservative Folkeparti, Per Stig Møller frá Konservativ Folkeparti, Pia Kjærsgaard frá Dansk Folkeparti, Peter Skaarup frá Dansk Folkeparti, Jan Sjursen frá Kristelig Folkeparti og at enda Kirsten Jacobsen frá Frihed 2000.