Skíggjar eru komnir fyri at verða

...men tað merkir ikki at vit einki kunnu ella skulu gera.

– Vit liva í eini tíð, har vit eru umgird av tal­gildum miðl­um. Flytførið á skíggj­u­num og góða net­sam­band­ið ger, at vit hava atgongd til skíggj­­ar alla­staðni og alla tíð­ina

Fólkaheilsuráðið

 

Gitte Klein, skrivar

 

Tøknin hevur ment okk­ara samskiftis- og kunn­ing­­ar­møguleikar og ar­­beið­sgongdir. Vit kunnu reika á netinum og finna hent­­­ar upplýsingar, finna nýggja vitan, víðka okk­ara sjón­­a­r­ring, mennast, hava sam­­band við fólk, ið búgva utt­an­lands og hava at­­gongd til kreativ hug­skot og eina rúgvu av und­ir­­haldi. Hetta hevur elvt til, at skíggj­anýtslan bæði hjá børn­um, ungum og til­komn­­um er økt munandi sein­­astu árini, og tí valdi Fólka­­heil­s­u­ráðið í 2017 at koma við 8 yvirskipaðum skíggj­a­ráð­um. Vit ynsktu tó at gera neyvari skíggjaráð, sum bygdu á gransking, og tí al­mann­a­kunngjørdu vit nýggj skíggjaráð í desembur 2021.

 

Vit mugu øll viðurkenna, at vit í løtuni nema nýtt og ó­kent land, tá talan er um tær koll­velt­andi broytingar, sum skíggj­arnir, snild­fon­ir­nar og sosialu miðl­ar­nir hava haft á okkum øll. Gransk­­ing vísir fyrst og fremst eitt neiligt samband í­millum skíggjanýtslu, heils­u­støðu og heilsuatferð, og tí hev­ur Fólkaheilsuráðið valt at taka skíggjanýtslu við sum eitt fokusøki í okk­ara heilsufremjandi ar­beiði. Talan er bæði um at royna at tálma tíðina, sum skíggjarnir stjala frá heils­u­liga jaligari atferð, og tey sannlíku skaðiligu lang­tíð­ar­ár­in, sum ovurnýtslu av skíggj­um hevur við sær, ser­stak­l­iga fyri okkara ungu borg­arar, sigur Magni Mohr, formaður í Fólk­a­heil­s­u­ráð­num um orsøkina til, at Fólka­­heils­u­ráðið er komið við nýggjum skíggjaráðum.

 

##med2##

 

Viðmæld skíggjatíð

 

Nýggju skíggjaráðini mæla for­eldrum frá at lata børn, yngri enn trý ár, brúka skíggja yvirhøvur. Kan­n­ingar benda á, at skíggj­a­nýtsla hjá yngstu børnunum hevur sera negativa ávirkan á menning og trivnað. Skíggj­a­nýtsla hjá børnum, í hes­um aldursbólki, ávirkar teirra uppmerksemi, sum er grundleggjandi fyri læring. Harumframt á­virk­ar hon málsligu menn­ing­ina og menningina av míl­a­stein­um. Yngri børn eru, tá ið tey fara at brúka skíggjar, størri eru negativu árini á menn­ingina.

 

Sum børnini eldast, kann man hóvliga økja um skíggjatíðina. Sostatt verð­ur mælt til, at børn, mill­um 3 og 7 ár, brúka ein hálv­an tíma samanlagt á skíggja um dagin. Tað er av al­stórum týdningi, at vaks­in sita hjá børnum, með­an tey brúka skíggja og sam­­skifta um innihaldið á skíggjanum. Foreldur eiga at velja dygdargott til­far, tað er; tilfar við eini sam­an­hang­andi, seinari søg­u­gongd, sum gevur barninum høvi at svara aftur. Dømi um tí­líkar dygdarsendingar eru eitt nú Ding Dang Papp­sang, Vinus og Vimús og Seks spurningar um at vera menn­iskja.

 

Mælt verður til, at tey 8-10 ára gomlu einans brúka 45-60 minuttir dag­liga, og tey 11-13 ára gomlu mill­um 60 og 75 minuttir. Fólka­heils­u­ráðið mælir for­eldr­um til at vera í sama rúmið sum børnini, tá ið hesi fara á netið, eins og for­eldur eiga at avgera, sam­an við barninum, hvat barn­ið brúkar skíggjan til. Skíggj­a­ráðini leggja sostatt upp til, at foreldur átaka sær ein munandi virknari leik­lut enn higartil, tá tað ræður um skíggjanýtsluna hjá børn­um.

 

Fólkaheilsuráðið mælir ung­um og tilkomnum, eldri enn 14 ár, til bert at brúka 2 tím­ar dagliga á skíggjum. Ar­beiðir ein við skíggja í ger­and­is­degnum ella brúk­ar skíggja í skúlanum, eig­ur ein at minka um skíggj­a­nýtsl­una í frítíðini enn meiri. Harumframt leggja vit upp til, at børn ikki fáa snildfon ella skíggja á kam­ar­ið, fyrr enn tey eru 14 ár, helst eldri.

 

Tað er umráðandi, at børn ikki brúka skíggja, áðr­enn tey fara á stovn ella í skúla, tí skíggjanýtslan tyk­ist ávirka uppmerksemi, so­leið­is at tað verður truplari hjá børnum at savna seg um læringsstøðuna. Har­um­framt verður mælt frá, at vit brúka skíggja tveir tím­ar, áðrenn farið verður til song­ar, tí skíggin ávirkar, hvussu vit sovna og dygdina á svøv­ni­num.

 

##med3##

 

Skula og stovna kunnu hjálpa

 

Skúlar og stovnar, har børn ferð­ast, kunnu hjálpa børn­um til betri trivnað

 

Upphópaða skíggja­nýtsl­an er ein stór avbjóðing, m.a. tí tíð­in, vit eru á skíggj­um, fer frá øðrum meiri menn­andi virkni, tí snýr tað seg um at minka um upphópaðu nýtsl­una. Skíggjatíðin fevn­ir um samlaðu nýtsluna av snild­fon, teldli, teldu og sjón­varpi, og sostatt er skjótt at brúka viðmældu tíðina. Um ein lær­ari t.d. vísir børnum  í fyrsta flokki ein teknifilm ella eitt Youtube brot, ið er 20 mi­n­utt­ir til longdar, eru bert 10 minuttir eftir av saml­aðu kvotuni. Brúka børn og ung snildfon í frí­kort­­er­­­u­num, er kvotan meiri ella minni uppbrúkt fyri dagin.

 

Skúlar og stovnar, har børn ferðast, hava ein týdn­ing­ar­mikl­an leiklut, tí teir kunnu lættliga minka um upp­hóp­aðu skíggj­a­nýtsluna hjá børn­um og ung­um, við m.a. at seta bann fyri, at næmingar taka snild­fon við og avmarka, hvussu lættliga næmingar slep­pa fram at skíggjum, með­an tey eru á staðnum.

 

##med4##

 

At vera saman sam­an held­ur enn sund­ur saman

 

Seinastu árini hava vit gjørt alt fyri at lætta um at­gongd­ina til skíggjar. Vit hava inn­rættað okkum so­leið­is, at vit hava trupult við at vera skíggjan fyri utt­an, vit kunnu t.d. ikki gera skúla­ting, uttan fyrst at fara á skíggjan at hyggja, hvat vit hava fyri. Ókeypis net­sam­band er í bussum, í ítrótt­ar­høllum, í skúlum, á ar­beiðs­pláss­um, í handlum o.s.fr.. Í áv­ísum førum kann tað vera hent at sleppa á net­ið, á slíkum støðum, men sum oftast flytir hes­in møg­u­leik­in okkum úr tí sosialu sam­ver­uni, vit annars eru í, við tí úrs­liti at vit samskifta minni við onnur. Tá ið børn brúka skíggja, meðan tey eru sam­an við øðrum, missa tey týdn­ing­ar­miklar læri-og men­n­ing­ar­møguleikar.

 

Hjá okkum vaksnu, sum hava brúkt meginpartin av lívi okk­ara at venja sos­i­al­ar førleikar, ávirkar skíggj­a­tíð­in kanska ikki okk­ara sosialu førleikar, men hon kann t.d. ávirka sos­iala tilknýtið til okkara starvs­fela­g­ar, tað er ser­liga í støðgunum, at vit styrkja sosiala tilknýtið á ar­beiðs­pláss­i­num. Vit styrkja ikki til­knýt­ið til hvønn annan, um vit brúka fríløtunar á hvør sínum skíggja.

 

Fólkaheilsuráðið mælir so­statt til, at vit eru saman, tá ið vit eru saman, og vit  mæla foreldrum til at eggja børnum sínum at spæla teldu saman við øðrum í sama rúmið, heldur enn at vera í hvør sínum heimi og spæla saman á netinum.

 

##med5##

 

Óvirkin nýtsla

 

Hóast vit hava atgongd til nógv nýtiligt á skíggjunum, benda kann­ingar á, at út við 90% av okk­ara skíggjanýtslu er tað, vit kalla óvirkin nýtsla, tað er, vit skrulla, eru á sos­i­alum miðlum, hyggja Net­flix, Youtube o.s.fr. Ó­vir­k­in nýtsla er und­ir­hald. Og hóast øllum tørvar undirhald við hvørt, gagn­ar slíkt undirhald ikki trivn­að­i­num eins væl og sosial sam­vera ella løtur, har vit brúka okkara førleikar. Tað gagn­ar okkum munandi meiri at hyggja upp úr snild­fonini, heilsa upp á tann, vit sita undir liðini á, ella lata børnini renna runt í ítróttarhøllini og spæla við onn­ur børn, ið kanska eisini keða seg.

 

 

 

Ein felagsinnsatsur

 

Tað er, at kalla ómøguligt, hjá ein­stakl­ingum ella ein­stø­k­um familjum at tálma skíggjanýtsluni, og hetta er kanska orsøkin til, at fleiri okkara ippa øksl og geva upp.  Fólkaheilsuráðið á­sann­ar, at skal tað eyðn­ast okkum at tálma skíggja­nýtsl­uni, krevur tað, at vit lyfta uppgávuna í fel­ag. Hóast skíggjar eru all­a­staðni, mugu vit hjálpast at so­leiðis, at skíggjarnir ikki fylla so nógv í ger­and­is­deg­n­um.

 

Vit mæla til, at man ger sín­á­millum avtalur, hvussu man tálm­ar nýtsluni. Vit vóna, at greiðu tilmælini lætta um, tá ið felags avtalur verða gjørdar.

 

Fólkaheilsuráðið vil feg­in hjálpa til við at tálma skíggja­nýtsluni, og tí bjóða vit arbeiðsplássum, á­hug­a­fel­ags­skap­um, skúlum og stovn­um fyrilestrar um skíggja­ráðini, eins og vit koma við hugskotum til, hvussu man, í felag, kann tálma skíggjanýtsluni, fólk­a­heilsuni at frama.  Fyr­i­lestr­ar­nir verða tillagaðir ymsu mál­bólk­ar­nar.

 

##med6##

 

Góð móttøka av ó­keyp­is fyrilestrum um skíggjaráðini

 

Eitt er at gera nøkur skíggja­ráð, nakað heilt annað er at fáa fólk at taka undir við boð­skapinum. Vit meta, at besti hátturin at fáa fólk at taka undir við skíggja­ráð­unum,  er at fáa tey í tal. Tað er ikki nóg mik­ið at hava plakatir ella fald­arar við skíggjaráðum, neyð­ugt er at kunna um, hví skíggja­nýtslan skal tálmast, og so­leiðis vegleiða og moti­vera fólki at minka um skíggja­nýtsl­una. Um ikki tú veitst, hví tú skalt tálma nýtsluni, eru sann­lík­indini fyri, at tú mink­ar hana, lítil. Men vit ansa okkum fyri ikki at hava peik­i­fingurin á lofti. Vit eru øll í sama báti, og vit stríð­ast øll fyri at finna eina javnvág. Sein­astu mánaðarnar hevur Fólka­heil­s­u­ráðið ferðast kring land­ið og hildið fyri­lestr­ar um skíggjaráðini og gransk­ingina, ið  býr handan til­mæl­u­num, og ikki kann sig­ast annað enn, at fólk hava tikið serstakliga væl móti tilboðnum um ó­keypis fyrilestrar. Fólka­heils­u­ráðið hevur longu havt fleiri fyrilestrar fyri skúl­um bæði flokkum, for­e­­ldrum og øðrum stovn­um. Harumframt eru avtalur gjørdar við m.a. Gigni, Sernám, Sinnisbata, Barn­a­bata og fleiri aðrar stovnar og skúlar.

 

 

 

Sagt um fyrilesturin:

 

Fyrilesturin við Skíggja­ráð­um tekur støði í væl kann­að­ari vitan - og í, at vit foreldur eru øll bara menniskju! Vit hava við­hvørt ilt við at siga nei. Og kunnu hava brúk fyri onkr­um at hella okkum afturat í stríð­n­um at fáa tamarhald á skíggj­a­nýtsluni hjá børn­u­num. Fyrilesturin hjá Fólka­heilsuráðnum gav okk­um foreldrum íblástur til at taka almennu ráðini til okkum og gera avtalu í flok­k­inum um skíggjatíð so­leið­is sum ráðini mæla til. Með­an Gitte Klein helt fyri­lesturin sóust nikkandi høvd allastaðni í rúminum, og spurningarnir og við­merk­ing­ar­nar bóru boð um, at tað er í tøkum tíma, at for­eld­ur fáa verulig amboð at nýta fyri at tálma tøknini og vinna børnunum tíðina at vera børn aftur.

 

Katrin Petersen, journalistur

 

– Ynskja tit ein ó­keyp­is fyr­i­lest­ur, kunnu tit senda ein teldu­­post til gitte@fólkaheilsa.fo ella ringja tel. 730730