Uttanlandsnevndin og føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum vóru í dag á fundi saman við Agatha Fontain og Nina Fellman, grønlendska og álendska samstarvsráðharrunum í norðurlandamálum, ið eru á vitjan í Føroyum í hesum døgum.
Í tíðindunum á Rás2 fyrr í dag segði Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Uttanlandsnevndini, at nógv ymiskt var á skránni á fundinum, harímillum greitt var frá støðuni hjá Føroyum í norðurlendska samstarvinum, nú aftur hevur verið roynt at fingið sjálvstøðugan føroyskan limaskap í lag.
- Tað er so rangvørgt, at eitt land sum ikki kennir okkara lóggávu yvirhøvur á týdningarmiklu økjunum verjir okkara støðu. Vit hava eisini eftirhondini yvirtikið so nógv og stór økir, at tað gevur onga meining, at onnur, ið ikki kennir okkara lóggávu og arbeiði verja hetta, segði Annita á Fríðriksmørk við Rás2.
Harumframt upplýsti forkvinnan, at møguleikan fyri einum felags formansskapi millum Føroyar, Áland og Grønland varð viðgjørdur.
- Tað besta hevði verið sjálvstøðugur limaskapur, men meðan man arbeiðir fyri tí, so hevði tað eisini verið skilagott, um vit bjóðaðu okkum fram sum tað sætta formanslandið, segði Annita á Fríðriksmørk.
Til ber at hoyra alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.