-Skilji ikki Anniku

Soleiðis sigur Jákup Mikkelsen í dag, eftir at Annika Olsen hevur gjørt greitt, at hon tekur undir við atfinningunum, sum Poul Michelsen hevur ført fram móti formanninum og flokkinum. Fólkaflokkurin hevur í dag havt kreppufund um støðuna hjá flokkinum, eftir at Poul Michelsen í gjár trekti sín stuðul til flokkin aftur.

Annika Olsen sigur í dag við Rás2, at støðan er ?óyvirskoðilig?. Hon vildi ikki avsanna, at enn fleiri rembingar eru ávegis í Fólkaflokkinum.

Men formaðurin í tingbólkinum hjá flokkinum sigur, at hann og restin av tingmanningini stuðla formanninum, Jørgen Niclasen.

-Niðurstøðan á fundinum í dag var, at tær atfinningar, sum Poul Michelsen hevur ført fram eru órímiligar, og í fleiri førum tiknar úr leysum lofti, sigur Jákup Mikkelsen.

Annika Olsen er tó ikki samd við hesum. Hon sigur við Norðlýsið í dag, at hon skilur atfinningarnar, sum Poul Michelsen hevur ført fram móti formanninum og móti flokkinum.

-Eg skilji ikki, at Annika sigur hatta, tí hon var á sama fundi sum vit, og segði tá við formannin, at hon stuðlar honum, sigur Jákup Mikkelsen.