Síðan USA og Ísrael lupu á Iran, hevur Iran lopið á fleiri skip í Hormussundinum, sum er siglingarleiðin inn og út úr Flógvanum, haðani umleið 20 prosent av heimsins olju og gassi koma

Skip úr Irak kunnu sigla gjøgnum Hormussundið

- Vit kunngera, at okkara brøðratjóð Irak er undantikin øllum avmarkingum, sum vit hava sett í verk í Hormussundinum

Síðan USA og Ísrael lupu á Iran, hevur Iran lopið á fleiri skip í Hormussundinum, sum er siglingarleiðin inn og út úr Flógvanum, haðani umleið 20 prosent av heimsins olju og gassi koma

Iran vil nú loyva irakiskari skipaferðslu at fara ígjøgnum Hormussundið, sum er siglingarleiðin inn og út úr Persaraflógvanum.

 

Hetta upplýsir hernaðarleiðslan í Iran sambært AFP-tíðindastovuni.

 

- Vit kunngera, at okkara brøðratjóð Irak er undantikin øllum avmarkingum, sum vit hava sett í verk í Hormussundinum.

 

Ein talsmaður fyri Iran, Ebrahim Zolfaghari, sigur við alment iranskt sjónvarp, at stongsulin bert fevnir um fíggindaligasinnað lond.

 

Hormussundið er í praksis stongt orsakað av krígnum móti Iran, sum USA og Ísrael byrjaðu fyri seks vikum síðan.

 

 

 

 

 

Síðan USA og Ísrael lupu á Iran, hevur Iran lopið á fleiri skip í Hormussundinum, sum er siglingarleiðin inn og út úr Flógvanum, haðani umleið 20 prosent av heimsins olju og gassi koma