Skip á veg eftir fiskinum

Eitt skip er á veg til Føroya eftur fiskinum, sum er umborð á Sunny Lina, ið liggur við bryggju í Klaksvík.

Sunny Lina var skipið, sum fríggjakvøldið rendi á Kunoyarnes.

Hitt skipið verður væntandi í Føroyum seinni í hesi vikuni, sigur Hanus Jøkladal á Faroe Ship, sum umboðar skipið.

1500 tons av fiski eru umborð á Sunny Lina.

Ógreitt er, hvat verður av Sunny Lina, sum hevur fingið stóran skaða. Róðrið og skrúvan eru i knúsi, og tað eru kostnaðarmiklastu lutirnir á einum skipi. Hvat annað er skatt, er heldur ikki greitt, tí skipið er ikki sýnað enn. Sýningini skipa reiðarin og klassin fyri.

Sunny Lina er frá 1980 og ikki í serliga góðum standi. Tí er møguleiki fyri, at tað verður skrottað.