Skipa fyri Pro Camp fótbóltsskúla í juli

B36 skipar fyri Pro Camp fótbóltsskúla fyri U14 og U16 leikarar í juli. Hoyr samskiparan greiða frá fótbóltsskúlanum

 

B36 skipar í summar fyri serstøkum fótbóltsskúla, har luttakararnir í fimm dagar sleppa at royna lívið sum fulltíðar fótbóltsspælarar.

Í viku 28, tvs. frá týsdegnum 12. juli til leygardagin 16. juli 2016 verður skipað fyri Adidas Pro Camp.

Talan er um fótbóltsskúla, har luttakararnir í fimm dagar sleppa at royna lívið sum yrkisleikarar, og har sera dugnaligir venjarar standa fyri dagligu venjingunum. Tvær venjingar eru hvønn dag, og eisini er heilsugóður matur partur av skúlanum.

 

Eisini verður skipað fyri fyrilestrum, har endamálið er at kunna spælararnar um, hvat krevst fyri at røkka ovastu tindunum. Hartil fáa spælararnir eisini ein klædnapakka við venjingarklæðum frá Adidas til ognar.

Fótbóltsskúlin er fyri leikarar í aldursbólkinum U14 og U16. Fyri at tryggja eina høga góðsku í venjingini, eru bert 20 pláss í hvørjum aldursbólki.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Andrass Thomsen, samskipara greiða frá Pro Camp fótbóltsskúlanum.