Umsíðir verða skipað parkeringsviðurskiftið kring flogvøllin í Vágum.
Herfyri greiddi Sosialurin frá, at avtala varð gjørd millum Vága Vaktarhald og Landsverkfrøðingin um parkeringina. Hetta samstarvið er nú formliga er farið at virka.
Frá mánadegnum farna at rokna ber til at seta bilin frá sær móti gjaldi á langtíðarparkeingsøkinum, har vaktarfólk ansar bilunum alt samdøgrið.
Frá komandi mánadegi at rokna verða eisini broytingar gjørdar á parkeringsøkinum framman fyri komuhøllina, har áður loyvt hevur verið at parkera í 24 tímar. Nú ber einans til at parkera har í tveir tímar.