Jørgen Niclasen hevur nú júst tveir mánaðir til at fáa øll viðurskifti í rættlag, so føroyska Skipaeftirlitið er til reiðar á nýggjárinum, tá ið málsøkið verður føroyskt.
Danski vinnumálaráðharrin, Ole Stavad, og Jørgen Niclasen, settu á middegi hvør sína undirskrift á avtaluna um trygd á sjónum, sum flytir málsræðið úr danska Vinnumálaráðnum til Fiskimálastýrið. Í næstu viku verður málið lagt fyri løgtingið, og Jørgen Niclasen væntar, at alt verður til reiðar 1. januar.
Og skuldi nakrir leysir endar verið tann 1. januar, so eru danir til reiðar at lata føroyingar keypa ekspertisu frá donsku myndugleikunum. Samstarvið í samband við yvirtøkuna hevur verið gott, og góða samstarvið heldur fram eftir yvirtøkuna, gjørdu bæði Jørgen Niclasen og Ole Stavad greitt, tá ið avtalan varð undirskrivað.
Enn eitt stig fram
- Teir trupulleikar, sum hava verið, eru loystir so við og við, og vit hava hildið tíðarætlanina. Tað eru 60 ár síðani, føroysk skip fingu loyvi at sigla undir føroyskum flaggi, og fyri 25 árum síðani fingu vit okkara egna fiskiveiðieftirlit, vaktar- og bjargingartænastu. Tí fegnist eg um, at vit nú eisini hava fingið um hendi hesa uppgávuna, segði Jørgen Niclasen á einari samkomu í Vinnumálaráðnum, tá avtalan varð undirskrivað.
Og Ole Stavad hevði eisini góð orð at bera samráðingunum, sum sambært honum altíð ganga væl, tá ið talan er um viðurskifti á sjóvinnuøkinum. Men nøkur løtt uppgáva er tað ikki at umsita økið, undirstrikaði Ole Stavad.
- Tað er ein stór uppgáva, føroyingar hava átikið sær. Vit eru sjálvandi til reiðar at veita alla tað hjálp, vit kunnu, innanfyri karmarnar í avtaluni, segði Ole Stavad, sum kortini legði afturat, at tað arbeiða dugnalig starvsfólk í Skipaeftirlitinum, og tí ber hann ikki ótta fyri, at føroyingar ikki fara at megna uppgávuna. Starvsfólkini hjá Skipaeftirlitinum í Føroyum verða eisini yvirtkin, tá ið málsræðið verður føroyskt, um tey væl at merkja velja at halda fram í starvinum.
Fáa bygningarnar ókeypis
Við yvirtøkuni fylgja eisini hølini í Føroyum, sum Skipaeftirlitið í dag húsast í. Hvussu stórt virðið á hesum er, vilja hvørki Jørgen Niclasen ella Ole Stavad siga. Eingin meting er gjørd av ognunum, sigur Jørgen Niclasen. Hvat hølini skulu brúkast til eftir 1. januar, er ógreitt, men hinvegin er greitt, at Skipaeftirlitið skal ikki halda til í teimum. Jørgen Niclasen heldur fast um ætlanina at flyta Skipaeftirlitið vestur í Vágar.
Fiskimálastýrið søkir longu eftir fólki til føroyska Skipaeftirlitið, og Jørgen Niclasen væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki at manna skrivstovuna vesturi í Vágum. Sambært avtaluni skulu lønar- og setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunu verða tey somu eftir 1. januar, sum tey eru í dag.
Yvirtøkan, sum varð undirskrivað í dag, er tann fyrsta í einari røð av yvirtøkum, sum landsstýrið ætlar at fáa frá hondini áðrenn 1. januar. Fólkakirkjan, almenna forsorgin og flogvøllurin skulu eftir ætlan eisini yvirtakast 1. januar.