Bygging
Skipafelag Føroya og P/F Beta, sum eiga bygningar á havnalagnum í Saltangará, fáa í næstum betri umstøður og størri rásarúm til sítt virksemi.
Skipafelagið fer at byggja ein nýggjan og stóran bygning á nýggja havnalagnum norðanfyri, sonevndu oljuhavnini, og samstundis fær Beta betri møguleikar, har felagið í dag húsast við sínum virksemi undir liðini á Skipafelagnum.
Bæði feløgini hava stórt virksemi og hava brúk fyri meira plássi. Tí er ætlanin, at Beta eisini skal húsast í onkrum at verandi bygningum hjá Skipafelagnum, samstundis sum Skipafelagið fær stór og nýggj hølir.
Byrjar til várs
Rodmundur Nielsen, býráðsformaður, sigur, at Skipafelagið hevur fingið formelt byggiloyvi til bygningin, og ætlandi verða fyrstu formarnir settir upp til várs.
- Endamálið við byggingini hjá Skipafelagnum er, at bæði feløgini skulu fáa størri rásarúm á havnalagnum - Beta har suðuri, sum feløgini í dag hava sítt virksemið og Skipafelagið á nýggja havnalagnum, sigur hann.
Spurdur, um annað virksemi ella aðrar byggingar eru í umbúna á nýggja havnalagnum, sigur Rodmundur Nielsen, at ætlanin, sum liggur nærmast, er byggingin hjá Skipafelag Føroya.