Skipanin millum Danmark og Føroyar eigur at broytast

-Ein lóg, sum er vorðin 50 ára gomul ,treingir til ábøtur ella til at verða avloyst av aðrari lóg. Aktuella bankamálið er so eisini orsøk til at gera broytingar í verandi skipan millum Danmark og Føroyar. Hetta eigur at bera til, uttan at tað skal seta kílar í ríkisfelagsskapin heldur fyrrverandi ríkisumboðsmaðurin Bent Klinte

Sum ríkisumboðsmaður í Føroyum í mong ár hevur Bent Klinte fingið rættiliga gott innlit í føroysk viðurskifti. Partur av hansara arbeiði hevur verið at vera eygleiðari á øllum tingfundum og m.a. í tí sambandi hevur hann eisini kunna fylgt væl við í orðaskiftinum um Heimastýrislóg og eina nýggja komandi sjálvstýrislóg.

Vit spurdu Bent Klinte, hvørja áskoðan hann hevur um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og í hvønn mun hann heldur tað vera rætt at fáa eina nýggja lóggávu, sum avloysir verandi Heimastýrislóg, nú bankakanningin er liðug!


Náttúrligt við broytingum

-Eg ætli mær ikki at leggja meg út í føroyskan politikk, men persónliga haldi eg tað er sera náttúrligt at gera eitt ?serviceftirlit? uppá Heimastýrislógina. Um hon skal broytast ella nakað nýtt skal koma ístaðin haldi eg, at ein føroysk nevnd átti at tikið sær av.

Bent Klinte heldur annars, at tá ein lóg er vorðin 50 ára gomul - og tá ein nú hevur gjørt tær mongu royndirnar í tí aktuella bankamálinum við teimum óhepnu avleiðingum tað hevur við sær - so er tað náttúrligt at tosa um, hvat átti at verið øðrvísi og hvussu framtíðar skipanarligu viðurskiftini skulu vera millum Føroyar og Dan-mark.

Tað stutta av tí langa er, at Bent Klinte heldur tað vera rætt av føroyingum at umhugsa eina lóg, sum kann koma ístaðin fyri verandi Heimastýrislóg. -Ein og hvør lóggáva eigur at endurskoðast av og á, og nú er tað eitt sera gott høvi at gera tað.


Ábyrgd á tveimum støðum

Bent Klinte heldur ikki, at tað virkar nóg væl, at føroyingar øðrumegin hava ábyrgdina av sínum búskapi og hinumegin ikki hava ábyrgdina av tí stóra búskaparliga partinum, sum fíggjarsektorurin er.

-Eg havi enn onki svar fingið uppá, hvussu tú kanst hava hesar báðar ábyrgdirnar á tveimum ymiskum støðum. Kann ein endurskoðan av lógini ella ein nýggj lóg gera nakað við hesi viðurskifti, so hevði tað tænt øllum pørtum.

Bent Klinte sigur, at tað bara eru føroyingar, sum skulu gera av, um teir vilja hava meira sjálvstýri ella loysing. Men hann vónir ikki, at komandi broytingar í viðurskiftunum fara at seta kílar í ríkisfelagsskapin, ið hann heldur flestu føroyingar og danir eru glaðir fyri.