Skipanin virkar væl

Arbeiðsgevararnir siga, at skipanin við útlendskum arbeiðsfólki virkar væl.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag vilja ikki hava ákærurnar um misbrúk av útlendskari arbeiðsmegi sitandi á sær.

 

Einki fakfelag hevur sett seg í samband við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at arbeiðsgevari ikki heldur galdandi treytir, stendur at lesa í tíðindaskrivinum. 

 

Les eisini Føroyingar verða útskiftir

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag greiða millum annað frá, at lønar- og arbeiðstreytir hjá útlendskum handverkarum skulu ikki vera verri enn tær, sum er galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Um arbeiðsgevarin ikki fylgir hesum treytum, kann hann revsast við bót ella fongsulsrevsing.

 

Arbeiðsgevararnir siga, at flestu byggifyritøkur vilja helst hava føroyskar handverkarar í starv.

Tað er tí lítið sannlíkt, at nøkur føroysk byggifyritøka skal hava sagt ein føroyskan handverkara upp fyri at seta ein handverkara úr einum ES-landi í staðin.

 

Les eisini Nú verður lættari at fáa útlendingar til Føroyar

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag vísa á, at einans 12 fyritøkur hava vent sær til Vinnuhúsið og biðið um at fáa limaprógv í arbeiðsgevarafelagnum. Hetta limaprógvið er ein fortreyt fyri, at kunna seta útlendingar í starv, og tíski hevur nógv tann størsti parturin av føroyskum byggifyritøkum ikki møguleika at seta útlendskar handverkarar í starv eftir nýggju skipanini.