Gamalt var, at mann ikki fór nýggjan túr fríggjadag, men Eyðstein Djurhuus, formaður í skipara- og navigatørfelagnum, heldur ikki, at hetta er nakað, sum skiparar ganga nakað serliga uppí longur.
- Fyrr vóru teir bara einar tríggjar túrar um árið við sluppunum, so tá bar til at gera soleiðis.
- Í dag hevur mann ikki tíð til hatta, og tí hava teir flestu slept tí, so mann kann siga, at pátrúgvin er vikin fyri peninginum, sigur Eyðstein Djurhuus, sum sjálvur ongantíð hevur hugsað um fríggjadagar sum nakað serligt, og enn minni trettanda dagin.
Hinvegin eru nakrir, sum ikki byrja nýggjan fyrsta túr ella fyrsta túr í einum ári ein fríggjadag.