Skiparin funnin sekur


34 ára gamli skiparin á hetlendska trolaranum er dømdur sekur í at hava fiskað á eini stongdari leið vestanfyri Mykines sunnudagin og mánanáttina. Hann er eisini funnin sekur í ikki at hava boðað Fiskiveiðueftirlitinum frá, tá hann kom í føroyskan sjógv.
Brimil tók hetlendska botntrolaran mánamorgunin á eini stongdari leið vestanfyri Mykines. Skiparin á línubátinum Sigmundi var eitt av avgerandi vitnunum. Hann hevði sæð hetlendska trolaran á stongdu, og hann metti, at hesin hevði trolið úti. Henda leiðin er tó opin fyri línu.
Ákærin førdi eisini fram, at fiskurin var nýfiskaður. Prógvið fyri hesum var, at fiskurin enn ikki var stívnaður, tá serfrøðingar kannaðu fiskin umborð. Tí var frágreiðingin hjá skiparanum um, at fiskurin var fingin í ES-sjógvi, ikki trúlig.
Reiðaríið hjá Maranatha skal veita trygd fyri 320.000 krónum, og bótin ljóðar á 250.000 krónur. Harumframt er hald lagt á veiðu og fiskireiðskap.
Skiparin hevði fríggjadagin á middegi enn ikki tikið støðu til, um hann tekur við dóminum.