Ólóglig veiða
Málið um trolveiðuna hjá Rasmusi Effersøe, har skipið royndi við ov smáum meskum, er avgreitt. Skiparin hevur tikið við eini bót upp á 40.000,- krónur.
Tað var skiparin sjálvur, sum undir avhoyringunum á Tvøroyri í gjár, bað um, at málið varð loyst soleiðis, sigur Linda Hesselberg, politifulltrúi á Fútaskrivstovuni í Havn.
Fútin kom síðan við upphæddini, sum skiparin góðtók. Hann hevði frammanundan viðgingið, at meskarnir vóru í so trongir.
Rasmus Effersøe fór á Tvøroyri sum avtalað, og tá bótin er goldin, er klárt hjá skipinum at fara aftur til fiskiskap.
Hald varð lagt á tann spildurnýgja posan við teimum ov smáu meskunum.