Skipasmíð í Føroyum á Torradøgum

Thormund Johannesen, skipsverkfrøðingur greiddi í kvøld í Skúlanum við Ósánna frá um skipasmíð í Føroyum

Thormund Johannesen, skipsverkfrøðingur greiddi hugtakandi frá í Skúlanum við Ósánna hóskvøldið í Torravikuni um Skipasmíð í Føroyum, træskipini og stálskipini – Søga og framtíð?

 

Fyrilesturin var partur av Torraskránni, har Thormund treiv í  bókina hjá Óla Olsen, Siglandi arvurin og vísti á tað megnar arbeiði, Óli hevur gjørt við at savna søguna fyri træskipasmíð í Føroyum.

 

Síðani greiddi hann frá teimum 8 træskipunum, sum bygd eru á Tórshavnar Skipasmiðju við Vón sum tað fyrsta, ið Sigurð Simonsen úr Fuglafirði læt smíða og fór av bakkastokki 15. juni 1940. Eisini vórðu Norðlýsið, sum fór av bakkastokki 21. apríl 1945 og Másin, ið vit kenna, sum varð latin Landsstýrinum 7. november 1959, bygdir á Tórshavnar Skipasmiðju. Másin var seinasta træskipið, sum bygt varð á Tórshavnar skipasmiðju.

 

Hans Erik varð bygdur á Skála Skipasmiðju í 1969 og bleiv seinni skúlaskipið hjá Thormund, har hann var við í fýra ár. Túrarnir vóru oftani drúgvir upp í seks mánaðir og hjá onkrum líknandi báti heilt uppí  nýggju mánaðir.

 

Ja, segði Thormund við einum brosi, tað einu ferðina vit fóru avstað mitt í august, rópti onkur á kaini til okkum, tá ið báturin fór frá: Gleðilig jól! Tey, sum vóru eftir heima, væntaðu ikki at síggja manningina aftur til jóla. Men tað einu ferðina komu teir aftur á Klaksvík klokkan nýggju á kvøldi jólaaftan.

 

Fyrsta stállínuskipið, sum varð bygt á Tórshavnar Skipasmiðju var Porkeningur í 1961.

 

Thormund greiddi hugtakandi frá handverkinum handan bæði træ- og stálskipasmíð og um linjutekningar, og hvat er umráðandi at leggja seg eftir. Hann griddi frá, at á gólvinum á loftinum á skipasmiðjuni eri hópin av bátum og linkitekningar teirra enn til skjals í tekningum 1:1.

 

Eisini vísti hann á, at tað liggur ein stór og drúgv skipasøga í øllum hesum tekninum og teimum mongu skipatekningunum annars í skápum og skuffum, ið áttu at verðið savnað og varðveitt – best skanna inn á teldu til varðveitslu.

 

Thor Alfa og Thor Omega vórðu bygdir á Skála skipasmiðju og tann seinni teirra varð bygdur í 2008. Tó at ætlanin var at byggja átta bátar afturat, so hevur síðani tá eingin skipabygging verið í Føroyum, tí fígging ikki fæst til slíka bygging í Føroyum.

 

Tí  byggja føroyingar fleiri skip uttanlands, m.a. í Turkínum og Spania. Á henda hátt gleppur eitt týdningarmikið handverk, sum føroyingar eru kendir fyri, okkum av hondum, helt Thormund fyri.

 

Thormund, sum er skipsførari og skipsverkfrøðingur hevur havt nakað av eftirliti uttanlands við ymiskum skipasmíði síðani 2008. Og hvørjum møti eg uttanlands á bestu skipasmiðjum í bestu størvum, spyr Thormund við sorgblíðni – Føroyingum!

 

Orð og myndir: Dávur Winther