Skipasmiðjan í Havn 85 ár í dag

Tórshavnar Skipasmiðja, sum síðani 2008 hevur verið nevnd MEST, kann í dag hátíðarhalda 85 ára stovningardagin

Mouritz Mohr hevur verið stjóri á skipasmiðjuni síðani 2010. Hann er triðja ættarlið sum stjórnar skipasmiðjuni

Tað var á aðalfundi í Havnar klubba hin 17. august í 1936, at Pf. Tórshavnar Skipasmiðja varð stovnað við 80.000 krónum í partapeningi.

 

Tá skipatalið í Føroyum øktist í 1890'unum vaks eisini tørvurin á at gera umvælingar. Fyrstu árini var neyðugt at gera umvælingar uttanlands. Tí tóku menn seg saman á Tvøroyri og løgdu fyrstu sleipistøðina har í 1894. Síðani komu aðrar eftir. Og tað vísti seg skjótt, at hesar kundu átaka sær allar umvælingar frá kjøli og í mastrartopp.

 

Í 25 ára minningsriti hjá Tórshavnar Skipasmiðju frá 1961 stendur millum annað soleiðis:

 

»Í Havn hugsaðu menn eisini um at leggja eina sleipistøð, tí her hoyrdu nógvar sluppir heima í sínari tíð, men tíðin gekk og einki spurdist burturúr, mest orskað av at havnarlíkindini frá náttúrunnar hond vóru so vánalig við báðum vágunum fyri opnum havi, eins og lendið fram við sjóvarmálanum var ikki hitt høgligasta at leggja sleipistøð á. Tað var at kalla einans Sjarpholið, ið talan kundi verða um.

 

##med2##

 

Málið doyði kortini ongantíð heilt burtur, og tá ið komið er fram ímóti 1930'unum, fara menn aftur fyri álvara at reisa spurningin. Nú vóru eisini havnarviðruskiftini nógv batnað, síðani fyrsta stigið í havnargerðini var frá hond. Men samstundis sum arbeitt var við málinum, skolaði heimskreppan inn yvir samfelag okkara og skakaði mangt handils- og reiðarvirki og tók summi heilt av fótum.

 

Umstøðurnar vóru sostatt ikki tær bestu, men kortini varð hildið farm við fyrireikingini, og tað er einki at dylja yvir, at Kjartan Mohr var lívið og sálin í hesum abreiði.

 

Hann var vaksin upp millum menn, ið høvdu við skip og sjóvinnu at gera. Faðirin var Jens Mohr, skipari og skipaeigari, ein av teimum kendu hoyvíksbrøðunum, og abbin var Jóan Petur Evensen og mórbrøðurnir Jens og Christian Evensen, ið vóru millum fremstu útgerðarmenn.

 

##med3##

 

Teir talaðu ofta um saknin av eini sleipistøð í Havn, og Kjartan Mohr gav orðum teirra gætur. Hann fór í 1915 til Danmarkar at læra skipasmíð, og heimafturkomin í 1921 fekk hann sær bátaverkstað úti í Konslarapakkhúsinum, har hann og Sverri Christiansen í Mattalág arbeiddu saman, og hevur hetta arbeiði, ið byrjaði tá, varað til dagin í dag.

 

Men tá ið Konslarapakkhúsið, sum Jens Evensen átti, skuldi verða bygt um til turkihús, mátti bátaverkstaðurin flytast haðani og fekk nú innivist á neystaloftinum hjá »Oyggjarfelagnum« í Sjarpholinum. Har bygdu teir báðir einar 84 bátar.

 

##med4##

 

Men málið, sum Kjartan Mohr miðaði ímóti, var at fáa eina skipasmiðju á føtur í Havn, og tá ið sum nevnt var komið fram ímóti 1930, reisti hann málið av álvara. Hann møtti mótstøðu frá ymsum síðum, men fekk góða undirøtku aðrastaðir, fyrst og fremst frá Tórshavnar býráð við M. A. Jacobsen á odda og frá Jógvan Zachariasen, landslækna, sum allar dagar var hugaður fyri vinnuligum tiltøkum og fúsur at styðja. Hesum báðum monnum hevur Tórshavnar Skiðasmiðja nógv fyri at takka.

 

Tá ið land sást fyri stavn, bjóðaðu Jógvan Zachariasen, Z. Heinesen, Hans J. Joensen, Jógvan Hansen og Kjartan Mohr til stovnandi aðalfund í Klubbanum tann 17. august í 1936, og henda dag var Pf. Tórshavnar Skipasmiðja stovnað við einum partapeningi upp á 80.000 krónur, tó soleiðis at felagið kundi byrja at virka, tá ið 50.000 krónur av partapeninginum vóru goldnar.

 

##med5##

 

Á stovandi aðalfundinum var nevnd vald, sum fekk úr at gera og nógvar trupulleikar at vinna á, men arbeitt varð við eldhuga. Tíðirnar vóru sum kunnugt um hetta mundið so ringar sum nakrantíð, og tað er einki at dylja yvir, at menn høvdu tungt við at gjalda tann partapening, teir høvdu sett seg fyri, men í februar mánaði í 1937 vóru gott og væl 50.000 krónur inngoldnar, so at felagið kundi verða skrásett og nevndin arbeiða ótálmað víðari. Tí enn var langt eftir, áðrenn komið var á mál.

 

Stutt eftir at felagið varð skrásett, valdi nevndin Kjartan Mohr til stjóra og Jógvan Hansen til meistara á teirri skipasmiðju, sum menn nú vónaðu at vera komna undir land, og hevur teirra millum øll hesi árini verið eitt fyrimyndarliga gott samarbeiði.«

 

##med6##

 

Ein brúktur bedningsvongur varð keyptur frá Orlogsverftinum í Keypmannahavn. Kjartan Mohr fór sjálvur til Danmarkar at standa fyri arbeiðinum at taka hann sundur, so hann kundi flytast til Føroya. Hann kom við s/s Bisp í juni mánaði í 1937.

 

Arbeiðið at gera sleipistøðina tók drúgva tíð og var ikki liðugt fyrr enn nýggjársaftan í 1939, tá trolarin »Stella Argus« varð tikin upp sum fyrsta skipið.

 

Síðani tá er nógv vatn runnið í ánni.

 

Kjartan Mohr var stjóri í Tórshavnar Skipasmiðju, til hann andaðist í 1979. Sama dag sum hann doyði, var Sólborg hjá Ejler Jaocbsen tikin upp sum fyrsta skip á nýggja bedingsvogninum á tá júst útbygdu skipasmiðjuni, sum tá fekk annan vognin, so hon nú hevði tveir. Og júst familjan hjá Ejler Jacobsen eigur í dag skipasmiðjuna, sum nú nevnist Mest.

 

##med7##

 

Poul Mohr, sonur Kjartan, tók við eftir pápan. Síðani hevur sonur Poul Gunnar Mohr, verið stjóri. Aðrir stjórar hava verið Magnus Magnussen, Frithleif Olsen og Eyðfinn Egholm. Síðani 2010 hevur Mouritz Mohr verið stjóri. Hann er abbasonur stovnaran Kjartan Mohr, sonur Jens Mohr, sum eins og pápi og sonur alla sína tíð hevur verið á skipasmiðjuni.

 

Í 2004 seldi Mohr-familjan skipasmiðjuna. Eigaraskifti hava eisini veirð síðani tá, men í 2014 er tað familjan hjá Ejler Jacobsen, fyrrverandi reiðara, sum keypir skipasmiðjuna, og felag teirra P/F Krúnborg, sum er høvuðspartaeigari  ið 90 prosentum av partapeninginum. Stjórin Mouritz Mohr er hin partaeigarin við 10 prosentum av partapeninginum.

 

Nevndarlimir í Mest P/f eru:

 

Petur H. Jacobsennevndarformaður

Sámal Jacobsennevndarlimur

Eiler Jacobsennevndarlimur

 

Avgjørt var í 2008 at broyta navn so at feløgini í samtakinum verða marknaðarførd undir felags heitinum MEST. Øll verða marknaðarførd undir navninum, MEST, sum stendur fyri maskin, el, stál og timbur.

 

Í fyritøkuni starvast í dag umleið 180 fólk umframt millum 100-200 starvsfólk í dóttirfelagnum PAM Offshore Service, sum arbeiðir innan frálandavinnuna uttan fyri landoddarnar.

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

 

 

Mouritz Mohr hevur verið stjóri á skipasmiðjuni síðani 2010. Hann er triðja ættarlið sum stjórnar skipasmiðjuni

Bátaneystaloftið í Sjarpholinum, har Kjartan Mohr hevði annan bátaverkstaðin

»Vón« nýbygningur nr. 1

»Norðlýsið« nýbygningur nr. 2

»Norðberg« nýbygningur nr. 3

»Kúrberg« nýbygningur nr. 4

»Búgvin« nýbygningur nr. 5

»Másin« nýbygningur nr. 6

»Porkeningur« nýbygningur nr. 7 og stálskip nr. 1

»Jóannes Patursson« er uppi