Skipini hjá Strandferðsluni aftur í vanda fyri at verða løgd

Bæði í næsta mánað og í desember, kunnu skipini hjá Strandferðsluni verða løgd av arbeiðssteðgi

Arbeiðssteðgur og Strandferðsla

Tað elvdi til rættiliga stóra misnøgd, tá ið skipini hjá Strandferðsluni vórðu løgd av tí at Starvsmannafelagið var í arbeiðssteðgi.
Tað elvdi til so stóra misnøgd, at politikarar hava lovað, at tað skal ikki henda aftur, at skipini hjá Strandferðsluni skulu verða løgd orsaka av arbeiðssteðgu.
Men skulu teir veita fulla trygd fyri, at tað lyftið verður hildið, skulu teir sanniliga skunfa sær.
Tí longu um 14 dagar kann tað henda aftur, at skipini hjá Strandferðsluni verða løgd av arbeiðssteðgi. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, kann tað henda einaferð afturat í desember.
Tað er ikki meiri enn ein vika síðani, at Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið gjørdu semju, sum fekk enda á arbeiðssteðginum, men longu í næstu viku skulu Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið undir samráðingar um nýggjan sáttmála.
Talan er um sáttmálan hjá maskinmeistaraunum hjá tí almenna.
Sostatt er talan um maskinmeistararnar, sum sigla við Strandferðsluni, við Magnusi Heinasyni og teir, sum arbeiða hjá tí almenna á landi.
Harafturat eru maskinmeistarararnir hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni gjørdir til tænastumenn, so teir kunnu ikki fara í verkfall, men eisini teir skulu hava nýggjan sáttmála.
Sáttmálin ímillum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið fór úr gildi 30. september, men er longdur til 31. oktober.
Gongur sum ætlað, skulu partarnir sostatt til samráðingarborðið í næstu viku.
Enda samráðingarnar ikki við semju, liggja Strandfaraskipini aftur og útjaðarin verður avskorin frá meginøkinum.
Men longu í desember er vandi aftur á ferð. Tá skulu Skipara- og Navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið til samráðingar um nýggjan sáttmála fyri Skipararnar og stýrimenninar hjá Strandferðsluni, Magnusi Heinasyni og teimum, sum sigla við Vaktar- og Bjargingartænastuni.
Eisini tann sáttmálin gekk út 30. september, men hann er útsettur til 22 november.
Enda tær samráðingarnar heldur ikki við semju, ja, so liggja skipini hjá Strandferðsluni einaferð afturat.
Gongst heilt illa, kann tað sostatt henda, at skipini hjá Strandfersðluni verða løgd tvær ferðir afturat, hetta til jóla.

Væntar semju, men alt kann henda
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum væntar ikki at samráðingarnar fara at enda við arbeiðssteðgi.
Hann væntar, at sáttmálin fer at verða áleið á sama støði sum Starvsmannafelagið, men onkrar dagføringar skulu gerast. Annars hava skipararnir og stýrimenninir við Teistanum bara ein fyribils sáttmála og har ætlar felagið at fáa ein varandi sáttmála.
Men hóast Ellintur Abrahamsen væntar, at samráðingarnar enda í sátt og semju, so leggur hann kortini afturat, at táið talan er um fíggjarmálaráðið, kann roknast við øllum.
 Tá ið Fíggjarmálaráðið kann finna uppá at leggja alt landið lamið fyri 0,1%, so kunnu vit rokna við øllum, leggur hann afturat.
Hann sipar til samráðingarnar við Starvsmannafelagið, har fíggjarmálaráðið vrakaði eitt semingsuppskot, sum gav 1,0% í lønarhækking, men eina viku seinni góðtók eitt uppskot, sum gav 0,9% í lønarhækking.