Skipini sigla við hálvari last

Tó at svartkjaftaskipini hava fingið væl minni av fiski seinastu tíðina, er tó nakað komið burtur úr.

Seinasta mikudag landaði Christian í Grótinum umleið 1100 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði, og í dag hevur Tróndur í Gøtu landað umleið 800 tons, eisini svartkjaftur.

 

Tó at svartkjaftaskipini hava fingið væl minni av fiski seinastu tíðina, er tó nakað komið burtur úr. Fiskiskapurin hevur roynst misjavnur, og tað hevur tikið longri tíð at fáa lastina.

 

Skipini, sum seinastu vikuna hava landað svartkjaft í Fuglafirði, eru annars hesi: Arctic Voyager 750 tons, Norðingur 1300, Tróndur í Gøtu 2000 og Høgaberg, sum landaði seinasta fríggjadag, hevði 1250 tons.