Ein 18 ára gomul kvinna doyði, og átta fólk vórðu særd, tá ein ungur maður brádliga fór at skjóta eftir fólki í finska býnum Hyvinge í nátt. Sambært tíðindastovunum var maðurin farin upp á eina húsatekju, haðani hann skjeyt eftir fólki á gøtuni.
Millum tey særdu er ein løgreglukvinna, og talsmaðurin hjá løgregluni í Hyvinge váttar fyri fjølmiðlunum, at byrsumaðurin skjeyt eftir teimum fyrstu løgreglufólkunum, sum komu á staðið.
Byrsumaðurin varð tikin stutt fyri klokkan sjey í morgun. Hann er 18 ára gamal og er úr Hyvinge. Norska tíðindastovan NTB skrivar, at løgreglan hevur funnið byrsuna, sum hann skjeyt við.
Fólk, sum búgva í miðnýnum í Hyvinge, hava fingið boð um at vera innandura.