Skjeyt fyri at ávara

Hann skjeyt bara við Váðastein fyri at fáa mannin at skilja, at hann skuldi halda seg burtur frá fyrrverandi unnustu síni, segði hann

Maðurin varð eisini ákærdur fyri at hava brotið vápnalógina, fyri at hava hótt og skotið eina náttina í 2009 við línubátin Váðastein, sum lá við bryggju.
Hann hevði verið í býnum eitt kvøld, og á einum vertshúsi kom hann at tosa við eina kvinnu, sum gramdi seg um, at hon kki fekk frið fyri fyrrverandi vinmanni sínum. Hann var eisini har.
Tann ákærdi og hin fóru upp at skeldast.
Tá vertshúsið læt aftur, fór tann ákærdi saman við øðrum heim til sín. Tað eydnaðist honum at finna útav, hvar hin maðurin var, og uttan at nakar av gestunum varnaðist, hevði hann tikið ein avsagaða byrsu og fór oman til skipið, har hin maðurin var umborð.
Menninir báðir høvdu í rættinum heilt somu frágreiðing um, hvat var hent. Ógreitt var, hvat tann ákærdi hevði sagt, og hin maðurin, sum varð avhoyrdur sum vitni, gjørdi tað ikki lættari at lýsa støðuna. Alt stóð so óklárt fyri honum nú.
Eitt annað vitni segði sum tann ákærdi, at skotið varð ikki móti manninum umborð, men út á sjógv og upp í luftina.