Áskoðararnir svíkja sjónleikin

Tað stendur ikki á at fáa fatur á góðum leikarum, men hóast felagið spælir fjølbroyttar leikir, fækkast áskoðararnir í tali, staðfestir Havnar Sjónleikarfelag, ið hevði aðalfund í síðstu viku

Virksemið í Havnar Sjónleikarfelag farna árið hevur verið so stórt sum ongantíð fyrr. Húsini og sjálvur salurin eru umbygd og umvæld, og karmarnir um virksemið eru tískil bøttir og øktir munandi.

Sjónleikirnir, ið eru spældir síðsta árið, eru nógvir í tali. Tað stendur ikki á at finna góðar leikir og leikarar. Eisini millum teir yngstu leikararnar er áhugin sera stórur at standa á palli. Men felagið hevur ein annan trupulleika, ið er verri at loysa. Áskoðararnir fækkast, og tað staðfestir nevndin í Havnar Sjónleikarfelag.

- Vit vita ikki, hví færri fólk hyggja at sjónleiki í dag enn fyrr. Hóast vit lýsa og fáa góða umrøðu, er sera trupult at fáa áskoðarar. Sjónleikirnir, felagið setir upp og spælir, eru fjølbroyttir, skemtileikir og álvarsleikir, men kortini koma fólk ikki. Ólavsøkukabarettin hevur altíð drigið nógvar áskoðarar, men heldur ikki hon fær so góða undirtøku longur. Tað eru ikki bert vit sum hava trupult við at fáa áskoðarar. Eisini hini feløgini hava hesar trupulleikar, sigur Heðin Mortensen.

- Vit hava í umbúna at taka spurningin upp til viðgerðar á kjakfundi fyri at finna út av, hví støðan er so vorðin, og annars umrøða og skifta orð um sjónleik sum heild. Vit kundu hugsað okkum at fingið at vita, um talan er um eina hugburðsbroyting, ella um tað kanska er valið av leikum, sum nakað skal gerast við, sigur Heðin Mortensen, formaður í Havnar Sjónleikarfelag.

Havnar Sjónleikarfelag hevur hagtøl yvir undirtøkuna, sum ymsu leikirnir hava fingið, og hesi kunnu verða grundarlag undir einum kjaki, sum helst verður eftir ólavsøku.

Havnar Sjónleikarfelag eigur í dag eina stóra ogn, hvørs virði er mett til seks miljónir krónur. Áhugin hjá feløgum og øðrum at sleppa inn í húsið við tiltøkum er ógvuliga stórur, og líka til ólavsøku er fullteknað við tiltøkum.

- Húsini anda av lívi, tey hava eina serliga útstráling, og tí eru tey so vælumtókt, sigur Heðin Mortensen.

Símun í Dali er settur sum dagligur leiðari í húsinum.

Størsta tiltakið í árinum verður uttan iva nýggjárskabarettin við Óla P. Kabarettin skal lýsa tað farna og hvat vit síggja fyri okkum fyri framman. Tiltakið er stórt og umfatandi, og Jytte Joensen er sett burtur av at arbeiða við verkætlanini. Hesin leikurin er føroyskur allan vegin ígjøgnum og talan er um eini 70 fólk, ið eru við á og aftanfyri pallin.

Lesibólkurin hjá Havnar Sjónleikarfelag, sum Lina Larsen skipar fyri, er ógvuliga virkin og nógv umbiðin. Leikararnir í bólkinum lesa upp yrkingar, søgur og annað ymsa staðni, serliga har eldri fólk koma saman.

Í síðstu viku var aðalfundur í Havnar Sjónleikarfelag. Tveir limir støður fyri afturvali, Jytte Joensen og Heðin Mortensen, ið hevur verið formaður. Eyvør Patursson ynskti ikki afturval. Í hennara stað varð Oddvá Nattestad vald. Í nevndini í Havnar Sjónleikarfelag er nú Jytte Joensen, Heðin Mortensen, Oddvá Nattestad, Birita Krossteig og Jákup Olsen. Nevndin skipar seg ein av fyrstu døgunum.