Skógareldar

Skógareldar herja framvegis i Indonesia og Malaysia. Serliga ring er tað á Kalimantan, fyrr Borneo. Enn brennir á einum stórum øki á Eystur Kali?mantan og hetta eru eldar sum ongantíð eru sløktir

Í Singapore merkist eitt sindur til roykin, men enn hevur støðan langt frá verið so álvarslig sum seinasta heyst. Onkran dagin hava fólk luktað royk. Men talið, sum mátar roykin, er enn ikki komið uppum 80. Tað gerst ikki rættuliga támut fyrr enn talið kemur uppum 100 PSI..