Høgni Hoydal
Poul Michelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vísir í lesarabrævi á, at tað er skomm fyri føroyingar at seta umboðsfólk í ein kjallara á donsku sendistovuni í Reykjavík. Tí heitir Poul á løgmann um at fáa egna føroyska sendistovu í Reykjavík – eins og Útnorðurráðið samtykti í summar.
Í hesum eru vit á einum máli og hava samstarvað væl um ítøkiligt uppskot í Útnorðurráðnum. Hvat kundi verið meiri sjálvsagt og styrkt okkara altjóða førleika, samstarv og samleika?
Ongin er fullspottaður...
Men sum Poul Michelsen so vísiliga vísti á í eini lýsing upp undir fólkatingsvalið í februar 2005: “Ongin er fullspottaður fyrr enn hann spottar seg sjálvan”. Poul segði tá, at tað kom ikki uppá tal at samtykkja eina uttanríkispolitiska lóg, har Føroyar vórðu lýstar sum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”.
Men tríggjar mánaðir seinni, hevði Løgtingið samtykt hesa lóg kortini. Í lógini verða Føroyar staðfestar sum ein samrunnin partur av Danmark. Og lógarfest verður, at føroysk umboðsfólk kunnu bert virka sum donsk embætisfólk og danskir fulltrúar úti í heimi.
Hvat hendi í Fámjin?
Og longu í mars mánaði 2005, varð skipað fyri stórum fjølmiðlasjóði í Fámjin. Har skrivaði løgmaður undir eitt sonevnt Fámjins-skjal, har eisini varð roynt at billa okkum inn, at talan var um eitt “frambrot”.
Men hevur nakar lisið hetta skjal? Hevur Poul lisið tað, ið stendur við smáum? Og visti løgmaður, hvat hann setti sítt navn undir vegna Føroya fólk?
Nei, sannleikin er, at løgmaður hevur skrivað undir fleiri skjøl, ið binda Føroyar – og hann hevur ongantíð samráðst um nakað av hesum. Hevur bert skrivað undir uppá tað, ið mótparturin legði fyri hann. Onki mál ella mið hevur verið, og ongin ætlan um, hvat eru føroysk áhugamál at røkka.
Skriva undir í blindum
Til upplýsingar, so er skommin uppaftur størri, enn Poul vil vera við í síni áheitan á løgmann.
Fámjinsskjalið ásetir, at skulu vit hava sendifulltrúar í øðrum londum, so er tað undir hesum treytum:
“Den stedlige repræsentationschef kan sikre, at Kongeriget Danmarks samlede interesser ikke tilsidesættes.” (Undirskjal til Fámjinsskjalið, s.2).
Løgmaður hevur her skrivað undir uppá, at føroysk sendifólk eru danskir fulltrúar og eru bundin av boðum úr Danmark í sínum dagliga virki, inni á donskum sendistovum.
Føroysk sendistova við donskum flaggi og skelti
Men tó so. Ein undantaksregla er. Danski ráðharrin kann geva undantaksloyvi til, at føroysk sendifólk kunnu sita aðrastaðni enn á donsku sendistovuni:
“De udstationerede medarbejdere har som udgangspunkt kontor på den pågældende repræsentation. På anmodning fra Lagmandens Kontor og med værtslandets og Udenrigsministeriets accept kan medarbejdere dog placeres på en anden adresse.” (Undirskjal til Fámjinsskalið, s.2).
Tað er kanska hesin møguleiki, Poul Michelsen hugsar sær. At Føroyar hava eitt egið høli í Reykjavík. Men so hevur hann neyvan lisið tað, ið stendur skrivað við smáum í eini fótnotu, til ásetingina omanfyri:
“Det forudsættes at lokalerne i enhver henseende fremtræder som en del af Kongeriget Danmarks repræsentation, også med hensyn til skiltning, flagning m.m.” (Fótnota í undirskjali til Fámjinsskjalið, s.2).
Her hevur løgmaður altso skrivað undir, at vit skulu “søkja um loyvi” til at hava okkara egnu høli. Og skuldi tað verðið játtað, so skal tað í øllum lutum ganga fram, at talan er um “Kongeriget Danmarks repræsentation” við bæði skeltum og fløggum.
Hvør skommin er størri?
Spurningurin er sostatt: Hvør skomm er størri?
- At hava føroyingar í kjallaranum á donsku sendistovuni í Reykjavík sum danskar fulltrúar?
- Ella at gjalda fyri egin høli í Reykjavík, har tað stendur á skeltinum: “Kongeriget Danmarks Repræsentation”, har danski vápnaskjøldurin hongur á hurðini, og Dannebrog veittrar uttanfyri?
Eg veit í hvussu er, hvat íslendingar fara at halda um okkum, tá teir varnast støðuna. Tað var jú rætt, sum Poul lýsti við fyri tveimum árum síðani: “Ongin er fullspottaður fyrr enn hann spottar seg sjálvan.”
Og alt hetta hevur løgmaður skrivað undir uppá – uttan at helst nakar í Føroyum hevur givið sær rættiligt far um tað.
Eg var mær og vitjaði bróðir
Okkara ráð eru einføld: Vit uppsiga hesa sonevndu avtalu. Vit keypa ella leiga okkum eina egna sendistovu í Reykjavík – og vit “søkja” ikki danska uttanríkisráðið um nakað, men gera avtalu beinleiðis við íslendsku stjórnina um viðurskiftini. Tá hugsi eg neyvan, at danska stjórnin vil taka eina uppgerð um tað.
Hin møguleikin er, at vit mugu broyta kendu yrkingina hjá Símini av Skarði: “Eg var mær og vitjaði bróðir” til: “Eg spurdi um eg kundi sleppa at vitja bróðir – undir øðrum navni og øðrum flaggi”.