Gerhard Lognberg dylur ikki fyri, at lutfalsliga nýggja almenna wc, sum sæst til høgru á myndini, var ein orsøkin til, at Skopun tók seg burtur úr Visit Sandoy og hevur sína egnu kunningarstovu. 

Skopun fær forkunnuga vitjan í summar

- Fyri at gera frálíka tiltakið við várdøgum í Skopun enn størri, hava vit í ár valt at flyta várdagarnar fram til í summar, tá vit fáa vitjan av hábærsligu seglskiparegatta'ini, sigur Gerhard Lognberg.

 

Gerhard Lognberg dylur ikki fyri, at lutfalsliga nýggja almenna wc, sum sæst til høgru á myndini, var ein orsøkin til, at Skopun tók seg burtur úr Visit Sandoy og hevur sína egnu kunningarstovu. 

Visit Skopun heldur til í ovaru hæddini á Selatraðneystinum, og tvey gomul 4-mannafør standa niðri í sjálvum neystinum, bæði við sínari elligomlu søgu.

 

Tað er nøkur ár síðan, at Skopunar kommuna valdi at seta Selatraðneystið í stand, og tað er beint niðanfyri neystið, at standmyndin av Peteri Mohr Dam, sum sleit sínar barnaskógvar í Skopun, stendur.

 

Niðri á bryggjuni innast við bátahylin hevur kommunan fyri nøkrum árum síðan eisini bygt eitt flott alment wc. Her er bæði vanligt wc og wc til fólk við avbjóðingum. Her er brúsa, vaskimaskina, turkitrumla og putliborð til pinkubørn.

 

Borgarstjórin í Skopunar kommunu, Gerhard Lognberg, dylur ikki fyri, at lutfalsliga nýggja wc var ein orsøkin til, at kommunan tók seg burtur úr Visit Sandoy og hevur sett sína egnu kunningarstovu á stovn við fólki í hálvtíðarstarvi. 

 

- Vit brúktu einar 550.000 krónur upp á almenna wc og høvdu væntað at fingið nakað av stuðli frá Visit Faroe Island, men vit fingu ikki eina einastu krónu.

 

Hann vísir á, at almenna wc hevur sjálvvirkandi læsing, soleiðis at hurðin steingir klokkan 22 og letur uppaftur klokkan 06. - Øll, sum koma um okkara leiðir, eru hjartaliga vælkomin at brúka hesar fasilitetir, sigur hann.

 

Borgarstjórin vísir á, at Visit Skopun í øllum førum hevur givið bygdini meira, enn tey fingu burturúr Visit Sandoy saman við hinum kommununum í oynni.

 

##med2##

 

Havnalagið og nýggju møguleikarnir við wc og brúsu dygst við bryggjukantin eru komnir væl við í bygdini, og hesir møguleikar fara ikki at koma minni til sín rætt, tá bygdin verður vertur fyri hábærsligu træseglskipunum, sum koma at vitja í Skopun um mánaðarskiftið, juni/juli. 

 

Gerhard Lognberg vísir á, at fyri at gera tiltakið enn størri hava tey valt at flyta várdagarnar, sum eru vorðnir afturvendandi tiltak í Skopun í apríl/ mai, fram til seglskiparegatta’ina í summar. 

 

Várdagar hava eydnast serstakliga væl hesi árini, og tiltakið hevur savnað nógv fólk. 

 

- Seglskiparegatta’in hevur áður verið í Skopun, og hetta var eitt sera hugnaligt tiltak. Vit gleða okkum rættiliga nógv til at taka ímóti træseglskipunum aftur, og vit vænta, at hetta verður sera hugnaligt, sigur Gerhard Lognberg. 

 

 

Gerhard Lognberg dylur ikki fyri, at lutfalsliga nýggja almenna wc, sum sæst til høgru á myndini, var ein orsøkin til, at Skopun tók seg burtur úr Visit Sandoy og hevur sína egnu kunningarstovu. 

Her í hugnaliga Selatraðneystinum heldur Visit Skopun til, og her starvast eitt fólk á hálvari tíð.