- Sum helst fleiri hava lagt til merkis, so eru skeltir komin upp í bygdini, sum vísa á, at tað nú einans er loyvt at koyra 30 kilometrar um tíman inni í bygdini í Skopun.
Í Skopunar kommunu siga tey, at hetta er ein liður í, at gera tað tryggari hjá øllum, sum ferðast í bygdini, og á einum korti á heimasíðuni hjá kommununi sæst, hvar skeltir eru sett upp.
Seinastu árini og kanska serliga, síðan tunnilin læt upp, er ferðslan inni í bygdini í Skopun økt sera nógv.
- Tí er tað av alstórum týdningi, at vit seta átøk í verk, sum kunnu vera við til at gera tað tryggari hjá okkum øllum at ferðast á vegunum í Skopun, siga tey í Skopunar kommunu.
Lagt verður aftrat, at næsta átakið, sum verður sett í verk inni í bygdini í Skopun, verður at gera bungur, har tørvur er á tí.
##med2##













