Við innkoyringina til Skopun hevur bygdin nú fingið eitt stórt skelti sum neyvt lýsir, hvar ymisku støðini og attraktiónirnar í Skopun eru.
Skeltið er tríggjar metrar høgt og hálvan triðja metur breitt og tekur seg væl út. Tá tú so koyrir úr aftur Skopun, stendur so vakurt ”Vit takka fyri vitjanina”.
- Á skeltinum við innkoyringina er alt við, sum vit hava at vísa fram í Skopun, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu.
Hann vísir á, at tað er Føroyaprent, sum hevur gjørt skeltið, og tað var eitt ynski hjá kommununi, at tá fólk eftir vitjanina koyra úr aftur Skopun, skuldi standa ”Vit takka fyri vitjanina” - og ikki bara ”Takk fyri vitjanina”.
- Vit vildu líka sum hava tað persónliga við, leggur borgarstjórin aftrat.
Eitt, sum nýggja bygdarráðið í Skopun væntandi fer at arbeiða við í komandi setu, er ein nýggj innkoyring til bygdina í Skopun.
- Innkoyringin er ein ávísur fløskuhálsur inn í bygdina, tí her koyra eitt nú stórir trailarar við fiski til virkingar. Vit ynska okkum eina góða, breiða og trygga innkoyring.
Gerhard Lognberg væntar, at tá nýggja innkoyringin verður gjørd, verður helst eisini neyðugt at flyta bátadráttin.
- Hetta er eitt arbeiði, sum bygdarráðið, ið verður skipað eftir kommunuvalið í heyst, fer at taka upp, og eg vóni, at henda verkætlan kann fremjast í næstu setu, sigur borgarstjórin í Skopunar kommunu.