Skopuningar fáa steyp fyri at savna pening inn til vælgerandi endamál

Hesa ferð hava tey savnað pengar inn til tvey vælgerandi endamál, eitt í Føroyum og eitt uttanlands

Skótafylkið, Tórir Beinisson, í Skopun, hevur nú fingið ferðasteypið frá Skótahjálp Føroya fyri sítt avrik í heyst.

Steypið verður latið tí skótaliðnum, sum hevur savnað mest av pengum fyri hvønn skóta til skótahjálpina.

Og hesa ferð var tað skótafylkið úr Skopun, sum savnaðu mest inn fyri hvønn skóta.

Tey savnaðu 1.236,56 krónur í miðal fyri hvønn luttakara. Tilsamans savnaðu skótarnir í ølum landinum 160.000 krónur.

Einaferð um árið skipa skótarnir fyri tiltaki við tí endamáli at hjálpa børn børnum í Føroyum og uttanlands á ein serligan hátt. Tað gera skótarnir við at bjóða seg fram at gera eitthvørt fyri fólk, sum tey síðani fáa pengar aftur fyri.

Hesa fer fer stuðulin frá skótahjálpini til tvær verkætlanir, eina í Føroyum og eina í Serbia 

Í Føroyum verður stuðul latin til petø-venjingar, sum eru serligar eru kropsligar venjingar fyri børn og ung við cerebral paresu. Tað er ein heilaskaði, børn kunnu vera fødd við, ella sum tey kunnu fáa ímeðan tey eru smá.

Endamálið við venjingunum, sum eru á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, eru at stimbrað barnið, og stuðulin frá Skótahjálpini verður brúktur til útgerð, sum skal vera við til at gera venjingarnar stuttligari

Ein partur av stuðulin verður brúktur til eina verkætlan, ið kallast “Real Opportunity for Our Future”, ella ROOF, í Bela Palanka í Serbia.

Skótavirksemi hevur verið har í nógv ár, men útbúnaðurin er sera slitin og hevur tørv á størri ábøtum.  

– Skótarnir í økinum gera týðandi arbeiði fyri børn og ung, við at geva teimum góðar náttúruupplivingar og ígjørnum skótarbeiðið menna tey til at gerast góðir borgarar, sigur skótarørslan í Føroyum í einum tíðindaskrivi í morgun.

Innkomni peningurin fer til nýtt tak á skótahúsið.

Í skótafylkinum í Skopum eru stívliga 30 virknar limir.