Skorheim hægst lønti politikari í landinum

– Jú, tað ber til at blíva milliónerur av at vera politikari!

– Jú, tað ber til at blíva milliónerur av at vera politikari!

 

98.061 krónur um mánaðin. Ella 1.176.733 krónur um árið. Tað er tað, sum landskassin og kommunukassin í Klaksvík gjalda fyri at hava Jógvan Skorheim sum politikara. Soleiðis er hann dýrasti ella hægst lønti politikarin í Føroyum.

 

Við samtykini hjá teimum 9 býráðslimunum í Klaksvík hóskvøldið, sum atkvøddu fyri at hækka sínar egnu lønir, fær Jógvan Skorheim eina lønarhækking upp á 4.074 krónur um mánaðin ella 48.889 krónur um árið.

 

Jógvan Skorheim fær nógv meira í løn enn til dømis løgmaður og løgtingsformaðurin, sum »bara« fáa 76.085 krónur um mánaðin. Skorheim fær eisini nógv meira í løn enn landsstýrisfólkini, sum »bara« fáa 64.380 krónur um mánaðin.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er eins og Jógvan Skorheim eisini valdur á ting – løgmaður fekk meira enn seks ferðir so nógvar atkvøður, sum Jógvan Skorheim. Men løgmaður fær ikki løn sum tingmaður, tí tað er ikki lov. Løgmaður og landsstýrisfólkini, um tey eru vald á ting, mugu siga tingsessin og øll onnur lønt størv frá sær.

 

Tað vil siga, at ætlar tú tær at tjena pengar við at vera politikari, so skalt tú royna eftir einum borgarstjórasessi. Helst í eini av størru kommununum – og so eisini verða vald/ur á ting.

 

Umframt Jógvan Skorheim, so er Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum í somu støðu. Hann er valdur í býráðið á Tvøroyri, gott nokk ikki fyri Javnaðarflokkin, men annan lista. Og valdur á ting fyri Javnaðarflokkin. Fyri hesar uppgávur rinda skattgjaldararnir á Tvøroyri og í Føroyum annars honum 89.257,90 krónur um mánaðin, ella 1.071.095 krónur um árið.

 

Tað er einki forgjørt í tí, sum til dømis Jógvan Skorheim og Kristin Michelsen gera. Teir hava fullan rætt at gera tað, tí tað er fult í tráð við lógina. Men summir flokkar hava boðað frá, at teir góðtaka ikki slíkt. Tildømis Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava slíkar samtyktir. Men at tað meira er snakk enn handling sæst best í Javnaðarflokkinum, sum ongar trupulleikar hevur havt við at loyva Kristin Michelsen, Heðini Mortensen og Jógvan Skorheim at røkja tvey politiskt vald størv – hóast flokkurin hevur proklamerað nakað annað.

 

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, kundi ligið ovast á toppskoraralistanum, um hon vildi. Tí hon er eisini vald á ting. Um hon ikki hevði havt sagt tingsessin frá sær, so fekk hon 100.746 um mánaðin. Og hevði hon so havt onkran nevndarsess ella tildømis verið partur av foransskapinum í tinginum, so fekk hon 103.246 krónur um mánaðin 1.238.951 krónur um árið. Men Annika Olsen hevur valt løgtingsessin frá til frama fyri borgarstjórasessin í Havn. Tí fær hon »bara 62.880,14 í løn, um hon fær borðfæ oman á lønina, eins og fyrrverandi borgarstjórin fekk.

 

Viðhvørt hoyra vit tingfólk finnast at fólkum, sum kradda sær tildømis høgar almennar nevndarsamsýningar, tí tey sjálvi kunnu áseta sína løn. Men tað gera politikarar eisini. Tingfólk áseta sína egnu løn – og eftirløn, sum man vera millum heimsins hægstu. Kommunustýrislimir kunnu eisini hækka sínar lønir, sum er sjón fyri søgn í Klaksvík.