Skorheim skorar stórt

Eitt er tað, at Jógvan Skor­heim hevur vunnið sær stórt pol­it­iskt vald við bæði at sita sum borg­ar­stjóri í Klaksvík og sum løg­tings­mað­ur. Men við sín­um pol­it­isku størv­um, so kann Jógv­an Skor­heim verða mað­ur­in, sum tryggj­ar, at Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in ikki kám­ast púr­asta úr før­­oysk­um pol­i­tikki á næsta løg­tings­vali.

Tað sær einki út hjá flokki­num, sum sambært fleiri velj­ar­a­kann­ing­um síð­ani síðsta val ikki stendur til at fáa um­boðan.
Tað verður óivað lagt trýst á Jógv­­an Skorheim um at leggja ting­sess­in frá sær, so­leið­is at Krist­i­anna Wint­h­er Poul­­sen kann taka sæt­ið fyri hann. Á tann hátt fær flokk­ur­in eitt triðja fólk, sum kann mark­era flokk­in – sam­stund­is sum flokk­ur­in kann kjøl­festa seg aft­ur í høv­uðs­stað­num – og vinna nakr­ar kvinnu­at­kvøð­ur og mið-vinstra ­at­kvøð­ur, tí Krist­i­anna Winther Poul­sen er ein mót­vekt til mið-høgra linj­una hjá Kára Post og Jógvan Skor­heim.
Vit gita, at Jógvan Skor­heim fer at varð­veita løg­tings­sess­in. Borg­ar­stjór­ar hava ofta stórt vald á løg­ting­i­num, og tað er tí at borg­ar­stjór­ar í løg­ting­i­num hava man­er­er­að so­leið­is, at borg­ar­stjór­ar sleppa at sita á tingi, hó­ast teir eru í al­menn­um full­tíð­ar­starvi sum borg­ar­stjór­ar. Tað var Jógvan við Keldu sum í síni tíð fekk tryggjað borg­ar­stjór­um hetta bein­ið.
Við borgarstjóraløn og løg­tings­løn og skatt­a­frí­um á­góð­um, so verð­ur Jógv­an Skor­heim hægst lønti pol­it­ik­ari í Før­oy­um sam­an við javn­að­ar­mann­i­num á Tvø­r­oyri, Krist­in Mich­el­sen. Teir liggja um 100.000 krón­ur um mán­að­in – so hví for­spilla sær ein slík­an kjans?
Og klaksvíkingar vilja heilt víst hava sín borg­ar­stjóra á tingi – og hann skal kára seg ó­met­a­liga illa sum borg­ar­stjóri, um klaks­vík­in­g­a­r ikki velja hann á ting næstu ferð.
Skorheim er tí fram­tíð­­ar­­vón­­in hjá Sjálv­­stýr­is­flokk­­i­­num.