Tvey innbrot hava verið vesturi í Vágum í nátt.
Í morgun fekk løgreglan fyrst eina fráboðan um, at onkur hevði brotið ein rút í handlinum hjá John Poulsen á Vatnsoyrum. Tey, ið hava verið inni í handlinum í nátt, hava verið inni á skrivstovuni og snøgt sagt endavent henni. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini fingu tjóvarnir tó ikki stórvegis burtur úr innbrotinum, nakað av vekslipeningi varð tikið, men talan var ikki um stóra upphædd.
Stutt seinni fekk løgreglan enn eina fráboðan um eitt innbrot, hesaferð í MB-húsið í Miðvági. Her hava tjóvarnir eisini tikið seg inn í húsið gjøgnum eitt vindeyga, og hava síðani brotið eitt peningaskáp upp. Tó so, heldur ikki her var tað tann stóri fongurin, eini 1.500 krónur var tað heila, sum lá í peningaskápinum.
Løgreglan stendur tó ikki á berum í málinum. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at løgreglan hevur okkurt spor at fylgja í málinum og væntandi verður meiri kunning at fáa komandi dagarnar.
Á Vágaportalinum eru myndir at síggja, bæði úr MB-húsinum og av Vatnsoyrum.