Skotin sum Víkingur má temja

Steven Lennon, sum hevur spælt við FH síðani 2014 er ein sera vandamikil áleypari

Í annaðkvøld klokkan 19.15 verður norðuratlantiskt meistaramøti í øðrum undanumfarinum í Champions League kappingini, tá íslendsku meistararnir, FH á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum tekur ímóti Víkingi.

 

Ein spælari Víkingur má hava eitt vakið eygað við er skotski áleyparin hjá FH, Steven Lennon.

 

Steven Lennon hevur í ár skotið næstan helvtina av málunum hjá FH í pepsideildini. Hann hevur skotið 9 av 19 málum. Kristján Flóki Finnbogason hevur skotið sjey mál, so teir báðir hava skotið 16 av teimum 19 málunum FH hevur fingið í pepsideildini higartil í ár.

 

Steven Lennon hevur skotið 30 mál fyri FH í 58 dystum, síðani skiftið frá norska felagnum, Sandnes í 2014.

 

Steven Lennon hevði sín fótbóltsuppvøkstur í Glasgow Rangers, har hann fekk tríggjar dystir á besta liðnum. Í 2011, 2012 og 2013 spældi hann við Fram Reykjavík áðrenn leiðin gekk til Noregs at spæla við Sandnes. Í 2014 samdist hann við FH um ein sáttmála, og hann hevur verið teimum ein hollur málrevur hesi seinastu kappingarárini.

 

29 ára gamli Steven Lennon spældi sum yngri seks U21 landsdystir og átta U19 landsdystir fyri Skotland. 

 

Við FH hevur Steven Lennon verið við til at vunnið íslendska meistaraheitið í 2015 og í 2016.