Skotlandssiglingin skal styrkjast!

Síðan skotlandsrutan við Smyrli varð kvett á heysti 1996, tí Teistin varð latin italiumonnum fyri lítið og lætt, hava so gott sum allir fiskaútflytarar javnliga gramt seg um støðuna, og tað við røttum.

Sum arbeiðandi í flutningsvinnuni í mong ár, kann sigast, at foreringin av Teistanum og harvið steðgurin hjá Smyrli, var størsti skelkurin eg havi upplivað í flutningshøpi.

Eg vil seinni í aðrari grein koma nágreinligari inn á spurningin um skotlandssambandið, men vil í hesum viðfangi bert vísa á tað, sum eg alla tíðina óttaðist allarmest, og tað er, at umheimurin so líðandi er við at missa álitið á okkum sum viðriligir samstarvsfelagar á fiskaflutningsøkinum.

Tað er sera harmiligt - men væl skiljandi - tá Jóannes Martin Hansen fiskakeypari hjá Frederiksværk Åleeksport í Sosialinum í gjár gevur føroyingum av grovfílini.

Eisini sóu vit í Degi og Viku samrøðu við ein líka so ónøgdan fiskaútflytara úr Gøtu.

Lat meg fyri góðan ordan skuld endurtaka nøkur orð hjá Jóannes Martin Hansen:

»Síðani Smyril og Strandferðslan mistu siglingina, hevur ferskfiskaflutningurin hjá føroyingum ligið í skeljasori, tí nú veit ongin nær bátarnir koma.

Strandferðslan var professionel. Og í Blue Water í Onglandi hevði hon ein professionellan og álítandi samstarvsfelaga.

Men hetta seinasta árið er tað alt ov ofta komið fyri, at seinkingar eru, og tað, sum hendi hetta vikuskiftið, bítur høvdið av allari skomm«.

Eisini førir fiskakeyparin fram, at sjálvt frá frumskógarfólkinum í Uganda fáa teir fiskin til tíðina, og at vit ikki koma uppá knøini á teimum, sum vit vanliga meta sum annan floks borgarar í triðja heiminum.

Um ikki nú onkrar alarmklokkur byrja at ringja aftaná eina slíka skolu, ja so veit eg onki.

Í degi og viku í SvF hoyrdi eg fyri nakað síðani (eg minnist ikki rættuliga nær) nakrar viðmerkingar frá formanni Sjálvstýrisfloksins um skotlandssiglingina, har hon Gud hjálpi okkum ætlaði sær at leggja fyri Tingið uppskot um at halda lív í Skotlands-siglingini.

Eg skilji væl, at Sjálvstýrisflokkurin hevur alstórar trupulleikar av Skotlands-sambandinum, sum teir eiga við høvd og gørnum. Tí í mínari verð er tað sera álvarsligt at sabotera ein stóran part av landsins út- og innflutningskervi, uttan at hettar fær avleiðingar fyri tann politiska flokk, sum hevur framt hesa níðingagerð móti føroyska samfelagnum.

Í økjum har kríggj valdar, hevur altíð verið umráðandi hjá pørtunum at oyðileggja flutningskervini hjá mótpartinum, men at politiskur flokkur av sínum eintingum fremur slíka gerð í egnum landi er óskiljandi.

Men sum altíð verður leitað desperat eftir onkrum øðrum at geva skuldina fyri vanlukkuligu støðuna. Umberingin hjá Sjálvstýrisflokkinum var at geva Edmundi Joensen løgmanni skuldina fyri ólukkuna.

Roynt var við umberandi argumentum, so sum at Edmund hevði givið Sámali Peturi heimild til at selja Teistan.

Hettar er ein tann vánaligasta umberingin eg havi hoyrt.

Øll menniskju í leiðandi størvum hava jú eitt ella annað slag av heimildum. Hesar heimildir kunnu brúkast á ymiskan hátt, men í flestu førum verða tær brúktar við skili til frama fyri tað virki ein arbeiðir fyri og harvið eisini fyri samfelagið.

Heimildin kann tó eisini brúkast við óhepnum avleiðingum, men tá tann, sum hevur heimildina um hendi er greiður yvir, at hon kann fáa óhepnar avleiðingar fyri samfelagið, ja so brúkar viðkomandi væl ikki heimildina?

Beint upp undir og aftaná at Sjálvstýrisflokkurin hevði forerað italiumonnum ein av stoltleikum føroyinga Teistan, stóðst nógvur orðadráttur í fjølmiðlunum um framtíðar skotlandssigling.

Nevnd vóru feløg sum Skipafelagið Føroya, Smyril Line, Blue Water Shipping, DSB og fiskaútflytarar.

Hvat sum var fantasi og hvat sum var veruleiki í hesum óeydnisleiki veit eg av góðum grundum ikki enn, men tvætlið um »motorveg til Bretlands« og »seriøsar samráðingar« við áhugaðar var eftir øllum at døma reint humbug og sokallað distance-blænding.

Tað má hóast alt vera eitt aðalmál fyri land okkara at flyta út og selja so ferska og góða vøru sum gjørligt fyri so lágan prís sum gjørligt.

Treytin fyri hesum er eitt vælvirkandi flutningskerv.


Heri H. Niclasen

Valevni Javnaðarfloksins

í Suðurstreymi