Skotlandssiglingin verður tikin uppaftur

Gongst alt sum ætlað, fer Eimskip saman við øðrum undir ferðafólka og farmaflutning millum Havnina og Aberdeen komandi summar. Farleiðin skal røkjast við einari ferju, ið ikki verður minni enn Norrøna. Hendan sama ferjan skal eisini sigla til íslands og Danmarkar

John Johannessen


Sjóvegis ferðafólkaflutningur alt árið til Íslands, Skotlands og Danmarkar við einum skipi, ið ikki er minni enn Norrøna. Hetta er ætlanin hjá einum bólki av feløgum, har Eimskip og DFDS hava sín stóra leiklut.

Í meira enn trý ár hevur verið arbeitt við at fáa í lag nýggju farleiðina, og nú er komið so mikið langt við fyrireikingunum, at stjórin í Eimskip í Føroyum, Svavar Gestsson, heldur tað vera ráðiligt at fara undir fasta sigling við ferðafólki í Norðuratlantshavi. Avgerð er ikki tikin um, hvør ferja skal nýtast til endamálið, men Svavar Gestsson sigur, at talan verður um eina ferju á stødd við Norrønu. Hon skal í hvussu so er ikki vera minni enn Norrøna.


Alt árið

Sum er, er einasta farleiðin hjá Norrønu um veturin millum Føroyar og Danmark. Men ætlandi skal ferjan hjá Eimskip og øðrum røkja ferðafólkaflutning bæði til Íslands, Skotlands og Danmarkar alt árið.

Svavar Gestson sigur, at støða enn ikki endaliga er tikin um, hvørjar havnir siglast skal til, men hann sigur, at tað tó er rættuliga vist, at siglt verður til Aberdeen í Skotlandi. Sostatt er ferðaætlanin enn ikki løgd, og stjórin í Eimskip kann ikki siga júst hvussu nógvir túrar verða sigldir hvagar.


Kannast gjølla

Stjórin í Eimskip í Føroyum sigur, at kannað verður gjølla, um fíggjarligt grundarlag er fyri at fara undir nýggju farleiðina. Eisini skal kannast, hvat slag av skipi skal røkja siglingina, men hann væntar eins og áður nevnt ikki, at talan verður um minni ferju enn Norrønu. Tó sigur hann, at tað ikki verður keypt nýtt skip til siglingina. Men, at ein farleið í Norðuratlantshavi alt árið helst skuldi borið seg við einum skipi á stødd við Norrønu.


Møguliga DFDS

Hóast DFDS ikki vil vátta tíðindini um, at felagið skal vera við í einari komandi farleið í millum Føroyar og grannar, verður tó sagt av skrivstovu teirra, at DFDS og Eimskip hava tosað um samstarv innan farmaflutning í Norðuratlantshavi, men at hetta enn ikki er komið víðari. Sostatt kann enn ikki staðfestast, at tað verður ein ferja hjá DFDS, ið skal røkja farleiðina, hóast røddir hava verið frammi um hetta. Men eitt er tó vist, og tað er, at annað felag enn Smyril Line ætlar sær at røkja ferðafólkaflutn ing millum Føroyar og grannar í Norðuratlantshavi.