Í stuttum eru niðurstøðurnar,
at “eldraútreiðslurnar” fara at vaksa úr 10% upp í 20% av BTÚ í 2049,
at tá verður neyðugt at taka 60% inn í skatti,
og at henda gongd kann verða tálmað við at taka millióna upphæddir av fólkapensjónini hjá verandi og komandi pensjónistum.
Landsfelag Pensjónista skal ikki her gera viðmerkingar til sjálvar framskrivingarnar, men ráðini at venda gongdini undra okkum almikið, tí sum kunnugt hevur útgjaldið av fólkapensjón til tann einstaka pensjónistin so at siga verið sama krónutalið tey seinastu 10 árini. Meðan lønir, prísir og ikki minst BTÚ eru vaksin nógv hetta tíðarskeiðið, hava bert teir fólkapensjónistar, sum fáa viðbót til fólkapensjónina, fingið eina minimala regulering av útgjaldininum.
Í “Pensjónsnýskipan 2009” frá Fíggjarmálaráðnum finna vit onga útrokning ella framskriving av, hvussu stórur partur av BTÚ verður nýttur til fólkapensjón.
Vit hava tí biðið búskaparfrøðingar rokna hetta út fyri okkum:
Útreiðslur til fólkapensjón í mun til BTÚ eru minkaðar í Føroyum
Tað vísir seg, at útreiðslurnar til fólkapensjón hesi seinastu 12 árini hevur verið ein minkandi partur av BTÚ:
Útreiðslur til Fólkapensjón í % av BTÚ 1997-2008:
1997 1998 1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008
4,2 3,5 3,6 3,6 3,3 3,5 3,7 3,6 3,6 3,3 3,2 3,2
Kelda: Fíggjarløgtingslóg 2000, 2002, og búskaparmeting Landsbankans 2002 og Hagtalstrunnur hjá Hagstovu Føroya.
Ein lækking úr 4,2% til 3,2% av BTÚ er í okkara eygum rættuliga álvarslig. Men eru fólkapensjónsútreiðslurnar høgar ella lágar í Føroyum samanborið við onnur lond? Heldur ikki hetta verður svarað í álitinuum, tí eingi samanberandi tøl verða har løgd fram.
Útreiðslur til Fólkapensjón í % av BTÚ í Danmark 1996-2005
Tað land, ið lættast er at samanbera við, er Danmark, og somu búskaparfrøðingar hava sett upp hetta yvirlit:
1996 1997 1998 1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005
4,9 4,6 4,6 4,4 4,3 4,3 4,2 4,4 4,3 4,5
Kelda: Forsikring og Pension og Danmarks Statistik Databank.
Danmark nýtir størri part av BTÚ til fólkapensjón enn Føroyar gera
Danmark, sum eisini rindar ein part av okkara fólkapensjónsútreiðslum, nýtir sostatt munandi størri part av sínum BTÚ til fólkapensjón, enn vit gera, í 2005 heili 4,5% móti okkara 3,6%. Leysliga mett nýta Danir áleið 1% meira av teirra BTÚ til fólkapensjónir, enn Føroyingar gera.
Landsfelag Pensjónista skilir, at ikki bert almenningurin, men eisini mong tingfólk, ikki enn hava skilt og tikið støðu til tey ógvusligu árin, sum nýggja pensjónsuppskotið fer at hava á viðurskiftini hjá verandi og komandi fólkapensjónistum.
Fólkapensjónin er nú um hálva øld gomul, og vit eru samd við Fíggjarmálaráðið í, at stórur tørvur er á ábótum og nútímansgerð. Sumt í skipanini er grundað á avoldaðan hugsunarhátt.
Politiska skipanin má ikki fremja ógvuslig inntriv í óðum verkum til skaða fyri pensjónistar
Minkandi útreiðslurnar til fólkapensjón í mun til BTÚ siga okkum tó, at tað hevur ongan skund at fremja ógvuslig inntriv til skaða fyri pensjónistarnar. Stundir eru til, at bæði almenningur, áhugabólkar og politiska skipanin kunnu viðgera fólkapensjónsøkið, áðrenn stórur skaði í óðum verkum verður gjørdur bæði á fólkapensjónsskipanina og á vælferðina hjá tí einstaka pensjónistinum.
Heitt verður á Fíggjarmálaráðið um sum skjótast at koma við lógaruppskoti um fyrra part av pensjónsnýskapanini, uppsparing til eginpensjón.
Pensjónsuppskotið má hava fólksliga viðgerð og ikki skrumblast ígjøgnum
Tey ógvusligu og ógrundaðu inntriv, sum álitið um “Pensjónsnýskipan 2009” leggur upp til, mugu ikki skaða vælferðina hjá tí einstaka pensionistinum ella skaða grundleggjandi virðir í fólkapensiónsskipanini sjálvari, og mugu ikki verða skundað ella skrumblað ígjøgnum uttan fólksliga viðgerð og uttan eina gjølliga politiska viðgerð, ið førir til væl umhugsaðar niðurstøður. Hetta skal tó ikki forða politisku skipanini í at gera bráneyðugar batar á pensjónina til gagns fyri ringast stillaðu pensjónistarnar.
Landsfelag Pensjónista heitir tí inniliga á Fíggjarmmálaráðið at sleppa ætlanini um at hava uppskot um inntriv í verandi fólkapensjónsskipan klárt longu 1. oktober og heldur seta eina meira realistiska tíðarfreist sum t.d. 1. oktober 2010.
Tórshavn, tann 19.08.2009
Arne Thorsteinsson, næstformaður, Landsfelag Pensjónista