Seinnapartin í gjár kom Emma Fríða Andersen saman við mammu síni til Føroya í sambandi við, at nýggja skoytubreytina í brúk klokkan 16 dag. Í dag verður nýggja skoytubreytin hjá Tórshavnar kommunu tikin í nýtslu, og í hesum sambandi hevur býráðið gjørt rímiliga nógv burtur úr.
Hæddarpuniktið verður, tá 13 ára gamla Emma Fríða Andersen, sum er inni í hitanum hjá danska landsliðnum í skoyturenning fer at vísa síni kynstur.
Hon fer at vísa sonevndu longu skrána hjá sær, sum varar umleið tríggjar og ein hálvan minutt.
- Men tað verður eingin triple skrúva víst, tí breytin hellur eitt sindur, og tí kann tað vera vandamikið, sigur Emma Fríða Andersen.
Møguleiki verður hjá almenninginum at royna breytina, og borgarstjórin sigur, at tað verður ókeypis hjá fólki at skoyta í dag. Annars fer tað at kosta 10 krónur fyri børn og 20 krónur fyri vaksin, um tey hava egnar skoytur við, og so kostar tað eyka, ávikavist 20 og 40 krónur fyri børn og vaksin at leiga skoytur.
Borgarstjórin fer at siga nøkur orð og so verður eisini okkurt gott til góman.