Skræða samgonguskjalið og byrja av nýggjum

Formaðurin í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, eru rørandi samdir um, at skulu teir upp í nakra samgongu, verður tað ikki sum ífylla hjá Eidesgaard og Hoydal

- Skulu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin upp í nakra samgongu, verður tað undir ongum umstøðum sum ífylla hjá løgmanni og Høgna Hoydal.

Tað eru formaðurin í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum so rørandi samdir um.

Í eini roynd at sleppa burtur úr politisku naggatódnini og at styrkja samgonguna, ætlar Jóannes Eidesgaard nú at tosa við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin um at koma upp í samgonguna.

Men hetta kann verða lættari sagt enn gjørt, tí hvørgin teirra eru sinnaðir at fara upp í eina samgongu uttan víðari.

- Vilja teir hava okkum upp í at føra politikkin hjá samgonguni víðari eftir samgonguskjalinum, kunnu tey gott gloyma tað, staðfestir Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.

- kulu vit upp í, skal talan vera um eina nýggja samgongu og ein nýggjan politikki, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins.


Fara at lurta

Jørgen Niclasen sigur, at fær Fólkaflokkurin fundarboð frá løgmanni, fara tey sjálvandi at vita, hvat hann hevur at bjóða.

- Men tað kemur undir ongum umstøðum upp á tal at Fólkaflokkurin fer at halda fram við tí politikki, sum er stungin út í CHE-samgonguskjalinum.

- Skulu vit upp í, skal talan verða um um ein nýggjan politikk við einum nýggjum samgonguskjali, tí hendan politikkin leggja vit ikki navn til.

Hann hugsar serliga um fiskivinnupolitikkin, har samgongan hevur sett sær fyri at seta fiskidagamarknað á stovn, tí tað vil Fólkaflokkurin ikki hoyra talan um.

- Fólkaflokkurin vil heldur ikki leggja navn til skatta- og avgjaldspolitikkin hjá samgonguni, tí tað gongur bara út upp á at hækka skattir og avgjøld sigur formaðurin.

Jørgen Niclasen vil heldur ikki siga um talan skal vera um eina samgongu við trimum stórum flokkum, ella um fleiri flokkar skulu við.

- Teir tríggir stóru flokkarnir kundu í øllum førum tryggja tað politiska støðufesti, sum vit so staðiliga hava brúk fyri, sigur hann.


Blandast av nýggjum

Formaðurin í Sambandsflokkinum sigur, at boðsendir løgmaður teimum, fara tey at lurta.

- Men skal talan vera um, at vit fara upp í eina samgongu, skal talan verða um heilt nýggjar samráðingar, har øll kortini verða blandað av nýggjum, bæði viðvíkjandi politiskum innihaldi, tal av flokkum í samgongu, hvussu landsstýrið skal skipast og um, hvussu málsøkini skulu býtast, sigur Kaj Leo Johannesen.

- Kemur ein stórur flokkur upp í samgonguna, skeiklast øll javnvágin og tað mugu vit leggja upp fyri. Men í øllum førum skulu vit byrja á sløttum borðum við nýggjum samgonguskjali og nýggjum politikki.

- Skal Sambandsflokkurin hava nakað við hetta at gera, verður hetta treytin, sigur Kaj Leo Johannesen.

Annars eru bæði Kaj Leo Johannesen og Jørgen Niclasen eisini so rørandi samdir um, at tað besta hevði verið, at løgmaður leggur frá sær og letur onkran annan floksformann sleppa at royna at skipa eina nýggja samgongu