Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tríggjar dystir í ár, og sjey dystir komandi ár. Tað er greitt, nú londini eru samd um skránna fyri bólk 4 í HM undankappinginini .
Í gjár var lutakast til HM undankappingina hjá kvinnum. Føroyska landsliðið kom í bólk 4 saman við Svøríki, Skotlandi, Norður Írlandi, Póllandi og Bosnia-Hersegovina.
Eftir lutakastið samráddust londini í bólki 4 um skránna, og tað endaði við, at føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tríggjar dystir í ár, og sjey HM-undankappingardystir í 2014.
HM-endaspælið verður í Kanada í 2015.
Skráin:
2013:
22. september: Føroyar - Skotland
26. september: Pólland - Føroyar
31. oktober: Svøríki Føroyar
2014:
5. apríl: Føroyar - Bosnia/Hersegovina
9. apríl: Føroyar - Norður Írland
8. mai: Førouar - Pólland
19. juni: Føroyar - Svøríki
20. august: Bosnia/Hersegovina - Føroyar
13. september: Skotland - Føroyar
17. september: Norður Írland - Føroyar