Skráin til Ljósfest 2023 er nú tøk

Savnsmynd frá Ljósfestini 2022

Um vikuskiftið verður ársins Ljósfest í Vági - har undirhald, mentanartiltøk og tónleikur eru á skrá.

 

Ljósfest byrjar longu fríggjakvøldið, tá eitt kvøldartiltak við hugleiðing, tónleiki og mótaframsýning verður.

 

Leygardagurin er stóri dagurin, og byrjar skráin klokkan 13.00 og hildið verður á til klokkan 01.30.

 

Til ber at lesa skránna her. Skráin kann eisini takast niður sum PDF her.

 

Hesi fara á pall leygarkvøldið á Ljósfest: Starligt, Marius Ziska, Hanus G. Johansen, Section, Hjalmar og Dagfinn við bólki,  Herborg Torkilsdóttir og Deiggj

 

Savnsmynd frá Ljósfestini 2022