info
Ongi úrslit

Skrásett parlag skal, millum annað, góðskustempla Føroyar til eitt tíðarhóskandi samfelag

info
Karlot Hergeirsson
17. august 2015 kl. 09:27
Karlot Hergeirsson Valevni fyri Framsókn   Framsókn er stovnað, tí brúk er fyri einum flokki, sum talar fyri persónliga frælsinum. At vera liberalur, er, fyri mær, eitt góðskustempul. Hetta góðskustemplið  eiga vit eisini at geva okkara landi. Á sama hátt, sum hin einstaki borgarin hevur trúarfrælsi, skal hann hava rætt til at gifta seg, óansæð hvørja kynsliga sannføring hann ella hon hevur. Tað hevur verði, og er, misskilt at Framsókn vil hava giftuna av samkyndum inn í Kirkjuna. Tað er ikki so. Eins og hvør borgari skal hava frælsi, so skal kirkjan og samkomur hava sítt frælsi at gera av. Fyrst er neyðugt at definera eitt hjúnalag: Kirkjuliga vígslan hevur tveir partar: ein løgfrøðiligan sáttmála, millum mann og kvinnu, og so eina signing av hjúnabandinum. Tann løgfrøðiligi parturin er nóg mikið, fyri at verða giftur, og hann kann fáast á býráðsskrivstovuni. Hesin parturin, bindur partarnar felags til hvønn annan, sum eitt nú merkir arvarætt, felags búgv, uppihaldsskyldu o.s.fr. Tað kirkjuliga vígsluritualið skulu politikarar als ikki blanda seg í. Tann spurningurin liggur hjá kirkjuni og hjá kirkjuni aleina. Tað kirkjuliga hjúnabandið, eru viðurskiftir, sum kirkjan tekur sær av. Tað borgarliga hjúnabandið er hinvegin ein løgfrøðiligur spurningur, sum vit, frá politiskari síðu, kunnu taka upp til eftirmeting – Og tað er tíðin komin til nú. Hvat vinna vit, sum land, við at samkynd pør t.d. ikki fáa rætt til at arva og forsyrgja hvønn annan?  Kærleikin millum tveir partar kennir ikki til kyn, líka sum løgfrøðiligar avtalur ikki eiga at kenna kyn. Tá signingin ikki er við, er eitt parlag bara ein løgfrøðilig avtala. Tí átti tað ikki at verið neyðugt, at verið ímóti, av átrúnaðarligum orsøkum. Sjálvt um føroyingar flest siga seg vera kristnar, so átti tað ikki at verið nakar trupulleiki at givið samkyndum borgarlig rættindi, til at knýta seg løgfrøðiliga at einum lívsfelaga.    

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seinasti valdagur í Russlandi

14 minuttir síðan
Tíðindi

Eingin ætl­an um at frí­taka sjón­leik og kon­sert­ir fyri MVG

1 tími síðan
Tíðindi

Noregi: Nú verður ikki leitað eftir fólki á lívi

1 tími síðan
Ítróttur

Semifinala, brace og unglingakapping

1 tími síðan
Tíðindi

FAKTA: Russar skulu velja 450 limir í tjóðartingið

2 tímar síðan
Tíðindi

Tá tónleikurin broytti Føroyar

3 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanskar herstøðir kunnu gerast nýggj búskaparlig súla í Grønlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Skal loysingin vinna, má fólkið við

4 tímar síðan
Tíðindi

Fekk bót fyri at vísa longutong móti løgregluni

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroysku røturnar fylgdu Mortani til Zimbabwe

5 tímar síðan
Tíðindi

Børn við gikt og familjur teirra hittast í Miðvági

5 tímar síðan
Tíðindi

Baðilandið í Páls Høll stongt – hol kom á tanga í tøknirúminum

6 tímar síðan