Skretting gevst at selja fiskafóður til Russlands

- Vit gevast nú at selja fiskafóður til Russlands, og hetta verður gjørt á ein "ruddiligan" hátt.

 

Norska heimasíðan iLaks hevur, síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar, fylgt við norska útflutninginum av fiskafóðuri til russiskar alarar á Kola-hálvoynni.

 

Felagið BioMar gavst beinanvegin at selja fóður til Russlands, meðan kappingarneytarnir, Skretting og Cargill, hildu fram við at selja.

 

Men, nú hevur kendi fóðurframleiðarin, Skretting, gjørt av at gevast við sínum søluvirksemi í Russlandi.

 

- Vit gevast nú at selja fiskafóður til Russlands, og hetta verður gjørt á ein "ruddiligan" hátt, sigur samskiftisleiðarin hjá Skretting, Leif Kjetil Skjæveland, við Dagens Næringsliv.

 

Farmurin við norskum alifóðuri hjá Skretting og Cargill er sigldur til Russlands við russiska farmaskipinum, Aleksander Gusev, til russisk skip fingu havnaforboð í Noregi hin 7. mai.

 

- Eftir tað leigaðu virkini í Noregi, sum framleiða fiskafóður, norska farmaskipið Silver Bird, til henda flutning, skrivar iLaks.