Skreytið skal býtast út

Í Klaksvík hava kvinnurnar funnið nýtt met, sum tær ætla at seta sær seinnapartin í dag

1.DEILD KVINNUR

Í dag verða tveir teir síðstu dystirnir í kvinnukappingini spældir. EB/Streymur og FSV04 hava longu spælt á Mølini, har tað endaði 1-1. Í Gøtu skulu GÍ og AB stríðast um bronsumerkini. GÍ hevur 23 stig, og AB hevur 22 stig.
Í Klaksvík skulu meistararnir úr KÍ og silvurvinnararnir úr B36 spæla, áðrenn gull og silvur krónurnar verða handaðar, og áðrenn KÍ fer at fáa steypið, sum tær nú hava vunnið til ognar. Hetta er sætta árið á rað, at óføru KÍ kvinnurnar eru meistarar.
Tað ræður um at finna nýggjar avbjóðingar, og nú hava tær í Klaksvík sett sær fyri, at vinna FM við fimtan stigum á muni til næsta liðið. Í 2003 var munurin aftur til B68 tíggju stig. Undan uppgerðini í Klaksvík klokkan 15 í dag er KÍ 12 stig frammanfyri B36.
Teir seinastu dagarnar hevur KÍ spælt tríggjar ferðir. 2-2 á Argjum var kanska eitt sindur óvæntað. Síðani vann KÍ 9-1 á heimavølli móti FSV04, og í vikuni vunnu tær útsetta dystin móti GÍ 9-0.
Tá ið málini eru so mong, er møguleiki fyri, at hagtølini ikki altíð vera heilt neyv. Liðformaðurin hjá KÍ, Malena Josephsen, hevur á heimasíðu síni ivaleyst besta hagtalstilfarið, sum er til skjals um kvinnufótbóltin.