Skrivaði 228.000 í koyriendurgjaldi

Hóast tað verður alment avsannað, at koyripengar vóru orsøkin til uppsøgnina, so tykist samanfallið millum hetta og uppsøgnina frá Dagmar Joensen ógvuliga merkisvert

Rúsustjórin

Bara fimm dagar eftir at Landsgrannskoðarin í grannskoðanarprotokollini staðfesti, at útgjald av koyriendurgjaldi til stjóran ikki samsvaraði við lóggávuna, segði Dagmar Joensen seg úr starvi.
Ov nógv arbeiði og ynski um betri tíð til familjuna, segði hon tá vera orsøkina til avgerðina. Ein orsøk, sum hon sambært Útvarpinum eisini heldur fast um í dag.

228.000 skattafríar krónur
Útvarpið kundi annars í gjár staðfesta, at stjórin í Rúsdrekkasøluni í árunum 2001 til 2004 hevur fingið útgoldið 228 tkr. ov nógv í koyriendurgjaldi.
Koyriendurgjald verður vanliga latið, tá starvsfólk nýta egnan bil í ørindum fyri arbeiðsplássið. Endurgjaldið er tá 2,90 kr. fyri fyrstu 10.000 kilometrarnar, og síðani 1,90 fyri hvønn kilometurin.
Stjórin á Rúsdrekkasøluni hevði í tíðarskeiðinum eisini skrivað sær koyripening fyri flutning til og frá arbeiði. Og tað er ikki tað sama, sum ørindi fyri arbeiðsgevaran.
Skattalógin hevur nevnliga greiðar ásetingar um, at er talan um flutning til og frá arbeiði, so ber til at søkja um stuðul til ferðaútreiðslur. Her er gjaldið frá Toll- og Skattstovuni 37 oyru fyri hvønn kilometurin aftur og fram - fyrstu 15 km tó undantiknir. Hartil kemur gjald fyri ávíkavist ferju- ella tunnilsgjald.
Slíkan stuðul - íalt knappar 30 tkr. í fýra ár - hevði Dagmar Joensen eisini søkt um sambært Útvarpinum, men hartil komu so tær 228 tkr., sum hon hevur fingið útgoldið skattafrítt sum koyriendurgjald.
Í hoyringsskrivinum sigur Dagmar Joensen sambært Útvarpinum, at tað var neyðugt hjá sær at hava egnan bil við til arbeiðis. Rúsdrekkasølan hevur ikki bil tøkan, og hjá stjóranum var neyðugt at vera mobil.
Tað frágreiðingina vildi landsgrannskoðanin tó ikki góðtaka, og 7. september 2005 varð tí staðfest, at koyriendurgjaldið var útgoldið av órøttum. Bara fimm dagar seinni segði Dagmar Joensen seg úr starvinum.
Útvarpið kundi víðari upplýsa, at peningurin, sum talan er um, nú er afturgoldin Einkarsøluni, og at meira ikki verður gjørt við málið.
Heldur ikki bar til at fáa viðmerkingar frá Landsgrannskoðarunum um hetta.