SKRIVIKAPPING FYRI BARNABÓKARITHØVUNDAR

Rithøvundar, sum skriva barnabókmentir á grønlendskum, føroyskum ella sámiskum, verða við hesum bodnir at vera við í skrivikapping. Freist at senda inn handrit er 10. januar 2007. Stigtakarar eru rithøvundafeløguni í Sámalandi, Grønlandi og Føroyum saman við NORDBOK (Norðurlendsku bókmenta- og bókasavnsnevndini)

Kappingin er fyri øll, sum skriva á føroyskum, grønlendskum ella sámiskum, og bæði royndir rithøvundar og óroynd eru væl komin at vera við í kappingini. Tilfarið, ið verður sent inn, skal ikki áður hava verið givið út ella hava verið virðislønt í aðrari kapping. Málbólkurin er 8  12 ára gomul børn, og tekstaslagið er barnabók, antin ein samanhangandi søga ella nakrar stuttsøgur (ikki myndabók, leikrit, yrkingar e.l.)

Trý handrit verða kosin at vinna, eitt á hvørjum máli, og tey verða so givin út bæði á sámiskum, grønlendskum og føroyskum. Rithøvundafeløgini og Nordbok fara at samstarva við forløg i teimum trimum máløkjunum eins og í Noregi, Svøríki og Danmørk um at geva út og týða handritini, ið vinna.

Ein dómsnevnd verður sett fyri hvørt av teimum trimum máløkjunum. Í dómsnevndunum fara at sita nøkur fakfólk, sum avvarðandi rithøvundafeløg velja. Vinnararnir verða kosnir í februar 2007.

Vilt tú vita meir: sí www.nordbok.org

Tú kanst eisini seta teg í samband við:
Marjun Kjelnes, Rithøvundafelag Føroya: [email protected], tlf. 0045 33 21 33 18
Ella
Bókadeild Føroya Lærarafelags: [email protected], tlf. 317644