Skrivstova hjá Læknum Uttan Landamørk løgd í oyði

- Øll okkara starvsfólk eru í tryggleika, men fimm sivilfólk vóru nærindis skrivstovuni og eru løstað, sigur samskiftisráðgevi hjá felagsskapinum.

 

Skrivstovan hjá Læknum Uttan Landamørk í býnum, Pokrovsk í Donetsk-regiónini í Ukraina, er púrasta løgd í oyði í nátt.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at fimm sivilfólk eru særd í bumbuálopinum.

 

- Øll okkara starvsfólk eru í tryggleika, men fimm sivilfólk vóru nærindis skrivstovuni og eru løstað.

 

Tað sigur samskiftisráðgevin hjá Læknum Uttan Landamørk, Kristian Müller Andersen, í telduposti til tíðindastovuna, NTB.

 

Hann leggur aftrat, at felagsskapurin fordømir álopið á skrivstovuna, sum hevur verið brúkt til at stuðla neyðhjálparvirksemi í økinum.

 

- Vit biða um, at neyðhjálpararbeiði, heilsuverk og sivilfólk verða vard, leggur Kristian Müller Andersen aftrat.

 

Neyðhjálparsamskiparin hjá Læknum Uttan Landamørk í Ukraina, Vincenzo Porpiglia, sigur, at tað serliga er undirstøðukervið í Ukraina, sum lagt hevur verið eftir.

 

Men, hesaferð var tað skrivstovan hjá Læknum Uttan Landamørk í býnum, Pokrovsk, sum varð rakt í einum álopi í nátt.